Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 127
143
Veiða við gørnum:
Leiðir:
§ 3. Veiða við gømum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og
leiðunum:
Alt árið nærri enn 4 fjórðingar úr landi.
1. í tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl innan fyri 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi
úr Eiðiskolli (62°19’17”N 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N 06°33’38”V).
Leið 1 á kortskjali.
2. í tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl innan fyri 12 fjórðingar frá gmndlinjunum millum 225°
rættvísandi úr syðra armi í Søltuvík (61°50’30”N 06°53’30”V) og 225° rættvísandi úr Trælanípuni
(62°01’12”N 07°13’12”V). Leið 2 á kortskjali.
3. I tíðarskeiðinum 5. februar til 25. febmar báðir dagar íroknaðir innan fyri linjur drignar millum
62°05’00”N og 62°25’00”N eftir 12 fjórðinga markinum út á 28 fjórðingar og 28 fjórðingar úr
grundlinjunum og inn aftur á 12 fjórðingar.
§ 4. Einki skip má nýta toskagøm, har meskamir í nøkrum parti av gaminum fara niður um 180 mm. Einki
skip má nýta upsagam, har meskamir í nøkrum parti av gaminum fara niður um ávikavist 150 mm og upp
um 165 mm. Upsagøm eru bert loyvd í beinleiðis upsaveiðu.
2. stk. Viðvíkjandi meskamátingini verður víst til § 2,4. stk.
§ 5. Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri gøm a. Toskagørn: enn hesi eftir manningartalinum:
Ermanningartalið 12ella lægri: 75
Er manningartalið millum 13 og 18: 120
Er manningartalið 19 ella hægri: 150
Longdin á hvøijum gami má ikki fara upp um 30 favnar. Eru gømini styttri, verður loyvda gamatalið
hækkað samsvarandi. B. Upsagørn:
Er manningartalið 6 ella lægri: 150
Er manningartalið 7 ella 8: 210
Er manningartalið millum 9 og 14 270
Er manningartalið 14 ella hægri: 280
Em gømini stytri ella longri enn 15 favnar, verður loyvda gamatalið hækkað ella lækkað samsvarandi. Fiskifar, ið liggur hjá toska- ella upsagømum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava sama tal av gømum
umborð, sum tað hevur loyvi at hava standandi í sjónum.
2. stk. Um fiskifar missir gam, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella dreggja gamið og at geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan um staðfestingina, har gamið er mist. Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um tað hevur eydnast honum at bjarga
gaminum.
3. stk. Hvør endaboya á hvøtjum trossa skal hava stong. Stengumar skulu í erva hava flagg og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyumar skulu vera merktar við havnakenningarbókstavum og
nummari hjá fiskifarinum.
Minstamát á fiski.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er
undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at avreiða tílíkan fisk.
T oskur (Gadus morrhua) cm 40
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 37
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 40
Lálla (Glyptocephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 30
Kalvi (Hippoglossus hippoglossus) 45
Sild (Clupea harengus) 22
Glaskvoysa (Lepidorhobmus whifflagonis) 25
Laksur (Salmo salar) 60
Hvítingur (Merlangius merlangus) 30