Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 128
144
Kongafiskur (Sebastes sp.)
Upsi (Pollachius virens)
Svartkalvi (Rheinhardtius hippoglossodes)
30
45
35
2. stk. Tað er ikki loyvt at veiða makrel (Scomber scombrus) til ídnað, sum fer niður um 30 cm longd, mátað
sum greitt ffá í § 6, 1 stk. Tó er tað loyvt at hava upp í 20% av undirmátsmakreli í lastini.
3. stk. í veiðu sambært § 1, stk. 2 galda tær í hesi grein, 4. stk. ásettu avmarkingar um, hvussu nógv hjáveiða
kann vera av fiski landaður til matna og fiski undir tey mát, sum eru ásett í § 6, 1. stk. í omanfyri.
4. stk. Avmarkingamar eru roknaðar fyri hvøija landing av ídnaðarfiski: Fyri matfisk (tosk, hýsu, upsa,
stóran kongafisk og blálongu) í mesta lagi 15% av vektini. Fyri undirmátsfisk (sbrt. § 6, stk. 1) í mesta lagi
2% av vektini.
Revsingarreglur.
§ 7. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur fiskireiðskapur, so sum net,
lemmar, veirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til
rindingar av bót og kostnaði.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi kunngerðir nr. 3 ffá
1 l.januar 1984,nr. 31 ffá9. apríl 1986,nr. 2 frá ló.januar 1987,nr. 3 frá ló.januar 1987,nr. 15 frá5. mars
1987 og nr. 7 frá 22. januar 1988.
Føroya Landsstýri, 24. mai 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/Jørgen Hansen (sign.)