Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Síða 132
Nr.48
26. mai
KUNNGERÐ
um
treytir fyri serláni samhært løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán til fiskifør.
Við heimild í løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um serlán, hevur Føroya Landsstýri saman við Fíggjar-
nevnd Løgtingsins fyrisett:
§ 1. Lán kunnu veitast til fiskifør, sum eru komin í fíggjarliga trongstøðu, orsakað av at veiðumøguleikarnir
eru versnaðir, og av at rakstrarútreiðslumar vegna hækkandi oljuprísir eru øktar.
§ 2. Lánini verða at nýta til fígging av terminsgjøldum, ognarum og til íleggingar við tí endamáli at gera
fiskifarið ført fýri at fáa mest burtur úr veiðuni.
§ 3. Lán verður at veðtryggja best møguligt í avvarðandi skipi.
§ 4. Treyt fyri, at lán kann verða játtað er, at eginpeningurin í partafelagnum verður hækkaður við 10% av tí
peningi, ið veittur verður sambært nevndu lóg. I partsreiðaríum og øðrum førum verður kravt at eginpen-
ingurin verður hækkaður við 20%. 1 hesum 20% kann mótroknast peningur, sum er inngoldin til raksturin,
tó ikki um hetta er inngoldið í samband við onnur kreppu- ella serlán.
§ 5. Lán kunnu veitast at afturgjalda við hálvárligum gjaldi í upp til 12 ár. Fyrstu 2 árini eru avdráttarfrí.
Rentan er 4,5% p.a. Utgjalding fer fram eftir avgerð landstýrisins. í hvøijari játtan skal liggja ein bindandi
útgjaldingarskrá. Veitast kunnu í hvøijum einstøkum føri í mesta lagi 5 mió. kr.
§ 6. Landsumsitingin ger tilmæli viðvíkjandi innkomnum umsóknum - og kann hon taka sær serkøna hjálp
í viðgerðini av umsóknunum og fáa tilmæli frá øðrum stovnum og ráðum. Treytin fýri veitan av lánum er, at
metingar av veiðuvánunum, prísútlitinum og gongdini í rakstrarútreiðslunum geva grundarlag fyri at halda,
at farið við tí serláni, sum verður veitt, verður ført fyri at bera seg fíggjarliga. Játtanin av lánum sambært
nevndu lóg fer fram eftir reglunum í § 1 í lógini um veðhald fyri lánum til fiskiskip og fiskavirkir.
§ 7. Umsøkjarin skal í minsta lagi viðleggja roknskapir fyri tey seinastu 3 árini, um skipið hevur verið ogn
hansara so leingi, og upplýsing um støðuna umsóknardagin, grundgeving fyri trongstøðuni eftir § 1 og
gjølligar upplýsingar um, hvussu raksturin kann gerast lønandi og møguligar íleggingar at bøta um
úrtøkuna úr veiðuni. Nágreiniligt yvirlit yvir ognarar og eginpening verður at leggja við umsóknini.
§ 8. Umsóknir um lán skulu vera Føroya Landsstýri í hendi áðrenn l.juli 1988, men kann landsstýrið eisini
veita lán til seinri innkomnar umsóknir.
§ 9. Umsitingin av givnum lánum verður fyribils at leggja til Føroya Gjaldstovu.
Føroya Landsstýri, 26. mai 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ J. Hansen (sign.)