Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Qupperneq 176
Nr. 81
21. juni
REGLUGERÐ
fyri
Royndarstøðina í Kollafirði
§ 1. Royndarstøðin í Kollafirði er stovnur undir Føroya Landsstýri.
Stk. 2. Endamál og uppgáva hjá royndarstøðini er við tíðarhóskandi jarðarbrúki fyri eyga at kanna
møguleikamar fyri at økja um úrtøku, dygd og virkni, fyrst og fremst innan húsdjórahald og fóðurfram-
leiðslu og at ráðgeva í bestu hættum hesum viðvíkjandi, men eisini at viðgera og svara spumingum, sum
hava jarðarbrúkarans áhuga í dagliga arbeiði hansara. Høvuðsumráðini em fylgjandi:
1) Húsdjórahald og fóðring, herundir seyðaráðgeving.
2) Vakstrarvelting (plantudyrking), heruppií vakstrarhúsroyndir.
3) Jarðarbrúkstekniskar kanningar og royndir.
4) Veiting og jarðamppdyrking.
5) Tænastuveitingar til landbúnað og myndugleikar, hemndir ísáðing, neytaeftirlit, jørð- og fóðursundur-
greiningar, jarðarbrúksbókasavn, bóndaavloysingarskipan og skeið- og eftirútbúgvingarvirksemi.
6) Vera ráðgevandi fyri at avmarka dálking frá landbúnaðinum og øðmm ídnaðarvirkjum við endumýtslu
fýri eyga.
Stk. 3. Royndir verða serliga at útinna á teim lendum, sum liggja til royndarstøðina, standandi børoyndir,
men kunnu eisini havast í øðrum bygdum einstøkum jarðarbrúkum til leiðbeiningar.
§ 2. Landsstýrið setir stjóra á Royndarstøðini, ið hevur leiðsluna av royndarstøðini, og hevur hann ábyrgd-
ina av øllum rakstri royndarstøðarinnar, hamndir at fíggjarætlan hennara verður hildin, og jørð og hús væl
umsitin.
Stk. 2. Landsstýrið setir og loysir úr starvi eftir tilmæli frá stjóranum fólk við embætisprógvi.
Stk. 3. Stjórin setir og loysir úr starvi starvsfólkið annars.
Stk. 4. Talið á starvsfólki verður sett av landsstýrinum. Starvsfólkið verður lønt og starvast eftir sáttmálum
og eftir reglum, settum av landsstýrinum, har ikki lógarreglur em.
§ 3. Landsstýrið setir eina nevnd við 6 limum við einum umboði frá hvøijum av hesum stovnum:
Búnaðarfelagið,
Bóndafelagið,
Garðyrkisfelagið,
Jarðarráðið,
Landbúnaðarráðgevarin og
Landsdjóralæknin.
Landsstýrið velur ein av hesum til formann. Nevndin situr 3 ár í senn. Nevndin hevur fund við stjóran minst
eina ferð hvønn ársfjórðing.
§ 4. Allar ætlanir um útbygging, umskipan og nýskipan av støðini verða gjørdar av stjóranum í samráð við
nevndina eftir § 3 og skulu góðkennast av landsstýrinum, áðrenn tær verða settar í verk.
§ 5. Stjórin saman við nevndini eftir § 3 ger uppskot til fyribils arbeiðsætlan fyri hvørt fíggjarár, sum m.a.
inniheldur reglur fýri tilætlaðum royndum í árinum.
Stk. 2. Stjórin saman við nevndini ger eina ætlan fyri fleiri ár fyri arbeiðinum á royndarstøðini. Henda
arbeiðsætlan verður gmndarlagið fyri virkseminum á royndarstøðini.
Stk. 3. A regluligum fundum við stjóran skal nevndin vissast um, at arbeiðsætlanin verður fýlgd.
§ 6. Avrit av øllum almennum kunngjørdum royndarúrslitum í lidna fíggjarárinum skulu sendast landsstýr-
inum innan 1. juli á hvøijum ári til varðveitslu. Stjórin ger upp royndarúrslitini í einari stuttari frágreiðing,
sum verður almannakunngjørd.
§ 7. Reglur fyri skeiðvirksemi, eftirútbúgving og møguliga búnaðamæmingar verða gjørdar av roynđar-
stjóranum í samsvar við játtan á fíggjarlógini.
§ 8. Fíggjar-, rakstrar- og íløguætlan fyri royndarstøðina verður løgd av stjóranum saman við nevndini eftir
§ 3 á hvørjum ári og skal latast landsstýrinum til góðkenningar í seinasta lagi 1. julL