Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 229
245
§ 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. august 1988, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 40 frá 29. mai
1985.
Stk. 2. Teimum næmingum, sum á sjómansskúla eru byijaðir fyrireiking til skipsførararoynd áður enn 1.
januar 1986, verður tó loyvt at fara til próvtøku samsvarandi kunngerð nr. 40 frá 29. mai 1985, um so er, at
tann vanliga lestrartíðin ikki hevur verið avbrotin, meðan teir næmingar, sum byijaðu fyrireiking til
skipsførararoynd eftir 1. januar 1986, verða at fylgja reglunum í hesari kunngerð.
Stk. 3. Teimum næmingum, sum á sjómansskúla eru byijaðir fyrireiking til heimaskipararoynd áðrenn 1.
juli 1988 og fyrireiking til skipararoynd áðrenn 1. desember 1988 verður loyvt at fara til próvtøku
samsvarandi kunngerð nr. 40 frá 29. mai 1985.
Føroya Landsstýri, 29. oktober 1988
Jógvan Durhuus (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
Nr. 132 1. november
KUNNGERÐ
um
sigling nærhendis alistøðum.
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tað er ikki loyvt óviðkomandi skipum og bátum at sigla nærri enn 50 m frá alibrúkum.
§ 2. § 1 er bert galdandi fyri alibrúk, ið eru merkt á henda hátt:
1) Endurskin (refleks) skulu setast á hvønn ringin. Mátið skal vera minst 20 cm í vatnrættan rætning.
2) Blinkljós og radarrefleks skulu setast á hvørt alibrúk. Er brúkið minni enn 5 ringar (í sama rætning), skal
avmerkjast við einum ljósi og einum radarrefleksi.
Er brúkið 5 ringar ella meira í sama rætning, skal avmerkjast við einum ljósi og einum radarrefleksi á
hvønn endan, t.d. skal eitt brúk við 15 ringum hava 4 ljós og 4 radarrefleks.
3) Alibrúk, ið eru fest í land, skulu avmerkjast við blinkljósi og radarrefleksi.
§ 3. Brot á § 1 í hesi kunngerð verða revsað við bót.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya landsstýri, 1. november 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jørgen Hansen (sign.)