Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 230
Nr. 133
1. november
KUNNGERÐ
um
studning til kunningar- og ferðamannastovur.
Við heimild í § 7, jbr. § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 61 frá 5. juni 1984 um ferðamannamiðstøð, hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ferðamannamiðstøðin kann veita stuðul av játtanini á fíggjarlógini til rakstur av kunningar- og
ferðamannastovum, sum leiðbeina fremmandafólki, ið koma til landið. Ferðamannamiðstøðin kann ikki
veita stuðul til meira enn eina kunningar- ella ferðamannastovu í somu sýslu, tó undantiknar Eysturoyar og
Streymoyar sýslur, har stuðul kann veitast tveimum, sum ikki liggja í sama øki.
§ 2. Játtaði stuðulin kann vera upp til 25% av mettu rakstrarútreiðslunum, tó í mesta lagi 150.000 kr.
§ 3. Heimildin hjá Ferðamannamiðstøðini at veita stuðul er treytað av:
a) at kommuna/kommunur veita ikki minni enn 50% í stuðuli til raksturin,
b) at reglugerð viðvíkjandi virkseminum hjá kunningar- ella ferðamannastovuni er góðkend av landsstýr-
inum eftir ummæli frá ferðamannamiðstøðini.
§ 4. Umsókn um stuðul fyri eitt rakstrarár skal vera Ferðamannamiðstøðini í hendi áðrenn 1. oktober árið
fyri tað rakstrarár, stuðul verður søktur til. Við umsóknini skulu fylgja rakstrarætlan fyri tað árið, søkt
verður um stuðul til, og rakstrarætlan og grannskoðaður roknskapur fyri undanfama endaða roknskapar ár.
Er ferðamanna- ella kunningarstovan nýstovnað, skal tó bert rakstrarætlan fyri tað árið, søkt verður um
stuðul til, latast saman við umsóknini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 1. november 1988
Vilhelm Johannesen fsign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)