Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 247
263
Nr. 135 2. november
KUNNGERÐ
um
frítøku fyri serligt innflutningsgjald.
Við heimild í § 2a og § 2b í løgtingslóg nr. 9 frá 27. apríl 1961 um serligt innflutningsgjald við seinni
broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Treytimar fyri frítøku fyri innflutningsgjaldinum eru:
1) at vørusløg og vørunummur í vøruskránni fyri inn- og útflutning, nøgd og prísir eru skrivað á hvønn
faktura soleiðis, at tað ikki kann misskiljast. Tað er ikki nóg mikið, at vørur verða nevndar við
ógjølligum vøruheiti, kodunummari ella øðrum frámerki,
2) at tað á faktura verður váttað við undirskrift:
a) hvussu nógvir endaðir fakturar hoyra til hvøija sending,
b) hvussu sendingamar em pakkaðar og merktar, kollital og hvat tær viga brutto og netto.
c) at sølutreytir t.d. fob, cif eru nevndar í fakturunum og at
d) fakturin er rættur.
2. stk. Um ikki treytimar sambært 1. stk. eru loknar, eru vørumar ikki undantiknar frá innflutningsgjald-
inum sambært § 1, sjálvt um tað seinni verður próvført, at vørumar kundu verið undantiknar innflutnings-
gjaldinum.
§ 2. Ivamál, ið standast av vantandi upplýsingum í faktura á vørum, ið innfluttar verða áðrenn 1. januar
1989, kunnu geva rætt til endurrindan seinni, um tað verður próvført, at vørumar kundu verið undantiknar
innflutningsgjaldinum sambært § 1.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 2. november 1988
Jóngerð Purkhús (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
Nr. 136 2. november
KUNNGERÐ
um
gildiskomu umhvørvisverndarlógarinnar.
Við heimild í § 75 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið ásett, at
lógin kemur í gildi frá 1. januar 1989.
Føroya Landsstýri, 2. november 1988
Jóngerð Purkhús (sign.)
landsstýrismaður
/ Klaus Herman (sign.)