Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Síða 248
264
Nr 137 29. november
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um upplýsingarskyldu sambært skattalógini viðvíkjandi rentum v.m.
Við heimild í § 120b,c,e,hogj íløgtingslóg nr. 86frá l.september 1983 um landsskattog kommunuskatt
við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett.
§ 1. í kunngerð nr. 20 ffá 22. apríl 1988 um upplýsingarskyldu sambært skattalógini viðvíkjandi rentum
v.m. verður henda broyting gjørd:
í § 2, stk. 2 verður: »1. desember 1988« broytt til: »1. desember 1989«.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 29. november 1988
Jóngerð Purkhús (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
Nr. 138 29. november
KUNNGERÐ
um
avmarkingar í upplýsingarskylduni sambært skattalógini viðvíkjandi rentum,
innistandandi, lánum v.m. fyri 1988.
\
Við heimild í § 2, stk. 3 og 10 í løgtingslóg nr. 54 ffá 8. mai 1987 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt og í §§ 120 b, stk. 4,120 h, stk. 3 og 120 j, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983
um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Upplýsingarskyldan um rentur, sum eru tilskrivaðar ella góðskrivaðar í 1988 og somuleiðis fyri
innistandandi á konti í 1988, samanber § 120 b í skattalógini, fellur burtur fyri 1988.
Stk. 2. Reglumar um upplýsingarskyldu, samanber § 120 b í skattalógini, fáa gildi fyri rentur, sum verða
tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1988 og fyri seinni ár. Fráboðan um innistandandi skal
fyrstu ferð latast um innistandandi við árslok í 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í
skattalógini.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður eftir reglunum í skattalógini.
§ 2. Innlatingarskyldan fyri upplýsingarskyldu sambært §§ 120 h og 120 j í skattalógini fyri rentur v.m., sum
verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar í 1988, fellur burtur fyri álmanakkaárið 1988. Somuleiðis fellur
innlatingarskyldan um skuld og áljóðandi virði, samanber 1. pkt. í 1988, burtur fyri álmanakkaárið 1988.
Stk. 2. Reglumar um innlatingarskyldu, samanber §§ 120 h og 120 j í skattalógini, fáa gildi fyri rentur v.m.,
sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar aftaná 31. desember 1988 og seinni ár. Fráboðan um skuld og
áljóðandi skal fyrstu ferð latast inn pr. 31. desember 1989, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í
skattalógini.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 fyri 1989 verður sambært reglunum í skattalógini.
§ 3. Upplýsingar sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j í skattalógini, samanber eisini § 1 og § 2 í hesi kunngerð,
skulu latast Líkningarráðnum innan 20. januar. Upplýsingamar fyri 1989 skulu sostatt latast Líkningarráð-
num fyrstu ferð innan 20. januar 1990.
§ 4. Brot á hesa kunngerð kann verða sektað eftir § 120 1 í skattalógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 29. november 1988
Jóngerð Purkhús (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)