Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 253
Nr. 143
29. desember
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðini við fískiførum, sum eru skrásett í Føroyum.
Við heimild í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á landleiðini og saman
við Løgtingsins Fiskivinnunevnd hevur landsstýrið íyrisett:
§ 1. í kunngerð nr. 45 frá 24. mai 1988 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í
Føroyum verður § 2, stk. 1 broytt til:
»Einki fiskifar hevur loyvi at nýta trol, snurriváð ella nakað net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í
nøkrum parti hevur meskar, sum fara niður um 135 mm. í posanum (8 aftastu metramar í trolinum) skulu
meskamir aftaná 1. januar 1989 ikki fara niður um 155 mm. Tað er ikki loyvt á nakran hátt at bera so í
bandi, at meskamir ikki standa fult mát, tó er loyvt at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðumar
á trolposanum fyri at minka um slit.
Hóast ásetingina um 155 ntm í posanum verður tað loyvt trolarum at nýta annan mesk á ávísum leiðum í
beinleiðis ftskiskapi eftir blálongu og kongafiski. í beinleiðis veiðu eftir blálongu er loyvt at nýta 100 mm í
posanum á leiðunum sunnan fyri 61°30’N og vestan fyri 9°00’V og økið sunnan og vestan fýri eina linju
millum staðfestingamar 60°30’N, 7°00’V og 60°00’N, 6°00’V. Ikki er loyvt at tóga á dýpi, grynri enn 500
m. I beinleiis veiðu eftir kongafiski á teimum leiðum, sum eru settar út niðanfyri, er loyvt at nýta 135 mm í
posanum. Leiðimar em innanfýri eina linju millum hesar staðfestingar:
1. 62°00’N - 11°00’V 3. 62°30’N - 05°00’V
62°30’N - 11°00’V 62°30’N - 04°20’V
62°30’N - 09°10’V 62°10’N - 04°30’V
62°00’N - 09°10’V 62°10’N - 04°10’V
2. 62°30’N - 10°30’V 4. 61°00’N - 05°50’V
62°30’N - 11°10’V 61°05’N - 05°00’V
63°00’N - 11°10’V 60°50’N - 05°00’V
63°00’N - 10°30’V 60°45’N - 05°50’V
í beinleiðis veiðu eftir blálongu og kongafiski má hjáveiðan av øðrum fiskasløgum, sum nevnd eru í § 6, stk.
1, ikki fara upp um 15% í vekt.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1989 at rokna.
Føroya Landsstýri, 29. desember 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)