Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 260
276
k. Alt árið innanfyri linjur drignar millum hesi 4 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 62°45’N 07°10’V,
2. 62°40’N 07°10’V,
3. 62°40’N 06°40’V,
4. 62°48’N 06°40’V,
linjan millum pkt. 4 og 1 verður drigin 25 fjórðingar úr grundlinjunum.
l. Alt árið innanfyri linjur drignar millum hesi 5 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°57’N 06°40’V
2. 60°59’N 06°18’V
3. 60°56’N 06°09’V
4. 60°41’N 06°14’V
5. 60°41’N 06°30’V
m. í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri eina linju drigna millum hesi
4 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°10’N 09°35’V
2. 61°35’N 09°35’V
3. 61°35’N 09°20’V
4. 61°10’N 09°20’V
n. I tíðarskeiðinum frá 5. februar til 25. februar, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum
62°05’00”N og 62°25’00”N eftir 12 fjórðinga markinum út á 28 fjórðingar og 28 Qórðingar úr
grundlinjunum og inn aftur á 12 fjórðingar.
o. Veiða við troli og gømum er ikki loyvd í tíðarskeiðinum frá 1. juni 1989 til 31. oktober 1989, báðir
dagar íroknaðir, innan fyri eina linju drigna millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°35’30”N 07°46’30”V
2. 61°32’30”N 07°40’00”V
3. 61°30’20”N 07°45’00”V
4. 61°26’45”N 07°38’00”V
5. 61°28’20”N 07°32’00”V N
6. 61°19’40”N 07°13’40”V
7. 61°16’10”N 07°21’10”V
8. 61°26’10”N 08°05’30”V
§ 2. EEC-skipum er loyvt at veiða hesar nøgdir (ósløgdur fiskur):
500 tons av toski og hýsu,
2.500 tons av upsa
7.150 tons av kongafiski
3.600 tons av blálongu og longu,
1.000 tons av flatfiski (svartkalvi íroknaður),
500 tons av ymiskum fiskasløgum.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
2) vaktar- og bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapurin verður byijaður, fær boð um navn skiparans,
skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd,
BRT og NRT, maskinhestakreftir og veiðuhátt,
3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina,
og um hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir talið á trolum við loyvdari meskavídd, talið á heilum trolum og trollutum so sum bellum,
trolposum og netastykkjum við smærri meskum enn teimum loyvdu,
5) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
6) skipið dagliga fyrrapartin sigur vaktar- og bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT, og
at
7) skipið sigur vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur met
yvir veiðunøgd, hvørt fisicaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í
nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm. Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta tilfar,
ið bert verður fest framman og á síðumar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum (codendanum) fyri at
minka um slit.