Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 261
277
Økini eru víst á viðlagda kortskjali.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verður í 1989 gjørt tað undantakið, at loyvt verður í mesta lagi 20 skipum í senn at
nýta skovlváð, trol ella líknandi net við meskum niður í 120 mm í veiðu eftir upsa. Eisini verður í 1989 gjørt
tað undantakið, at loyvast kann trolarum í beinleiðis veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at
fráleikin millum hvønn rundstroppin er í minsta lagi 1 metur, at rundstroppamir em festir í minsta lagi í
tveimum støðum uttan á trolposanum, at rundstroppamir eru úr sama tilfari sum í posalínuni á trolposanum,
og at rundstroppamir mugu ikki vera stytri enn 50% av ummáti trolposans, mált við strektum meski
tvørturum á posanum á tí staðnum, har mndstroppurin er festur til trolposan. Skip skulu boða vaktar- og
bjargingartænastuni frá, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært hesum undantaksreglum, eisini tá lagt
verður um frá øðrum fiskiskapi ella til annan fiskiskap.
3. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri seg sjálvan í serligum
rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi,
4. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini,
skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskamar í netinum, jbr.
starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á
sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðan fyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er
unđirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð á nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út
aftur beinanvegin.