Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 1

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 1
Føroyska bókmentaalmennið íl9. øld Ein skitsa Malan Simonsen Hetta er eitt yvirlit yvir føroyska mentan í 19. øld, og tað hevur annað sjónarhorn enn onnur tílík yvirlit (Chr. Matras 1935 og 1958, Ole Jacobsen 1958, E. Fors Berg- strom 1974, Claus Reistrup u. á, Árni Dahl 1980-83). Høvuðssjónarmiðið er har menn- ingin av málinum og týdningur tess fyri framkomuna av føroyskum bókmentum. Her verður víst á, hvussu fagurbókmentirnar sein- ast í øldini hava tikið seg burturúr og standa fyri seg yvir av ella undir liðini á øðrum ment- anarligum fyribrigdum. Serliga skyldskapurin millum fagurbókmentir og blaðskriving um politisk viðurskifti hevur áhuga. Øðrvísi orðað verður givið eitt yvirlit yvir, hvussu borgara- liga almennið er strukturur, ið rættiliga tíðliga ger vart við seg og so líðandi veksur fram. Tað hevur við sær, at fyribrigdi, sum fyrr hoyrdu saman, verða skift sundur og sett á básar, har tey eru fyri seg og, at síggja til, mennast eftir egnum reglum. Ov drúgt hevði verið at greitt frá ástøðinum um borgaraliga almennið her, men víst skal verða til upp- havsmannin Jurgen Habermas (1980) og aðrar (Frands Mortensen 1975 s. 267-92, Lars Lonn- roth 1978). Nólsoyar Páll Fyrsta og mest sjálvsagda dømi í 19. øld um, at bókmentir viðgera samfelagsmál, er yrking Nólsoyar Páls, Poul Nolsøe (1766-1809). Høvuðsyrkinghansara er Fuglakvæðið(l 806 /07), sum er politiskur táttur og hvassur sosi- alur kritikkur, umframt at tað er einastand- andi listaverk. Eyðkent er, at atfinningar- nar at samfelagnum og teimum ráðandi eru fjaldar. Fuglakvæðið er allegorisk yrking, har allir persónarnir, sum Nólsoyar Páll finst at, eru latnir í fuglaham, og yrkingin myndar ein fullfíggjaðan heim fyri seg. Føroyar vóru sera lítið og trongt samfelag um leið 1800, og ikki var gott at vera ímóti teimum ráðandi. Einaræði og einahandil vóru, skrivi- og talufrælsi vóru ikki — bert fyri at nevna nøkur fá tíðareyðkenni. Sami máti at vísa mótstøðu móti yvirvaldinum hevði verið brúktur í Danmark, t.d. »Ørnevisen« frá 1523 um Chr. II (DgF 175). Nógv var, sum forðaði atfinningunum í at koma fram, men hóast dulda skapið, tær tí fingu, høvdu fólk ikki trupulleikar av at skilja, hvat meint var við (J. Jakobsen 1966, s. 121). Nólsoyar Páll yrkti fleiri slíkar tættir um embætismenn og teir ráðandi: brotini Krákuteiti (1790) og Krákufrøði (1808) og Gorplandskvæði (1808). Skaldskapur Nólsoyar Páls er dømi um, hvussu bókmentir eru politiskt og samfelags- Fróðskaparrit 32. bók (1985): 6-14.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.