Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 12
16 SKURRING í FØROYSKUM økjum, har sama mál og sami framburður annars verða nýtt. Eisini er kunnugt, at ljóðini broytast, sum tíðin líður. Framburðurin av ymsu Ijóðunum er ikki hin sami í dag, sum hann var fyri nøkr- um øidum síðani. Og her er r-ljóðið einki undantak. Mangt bendir á, at í øllum euro- piskum málum varð r framborið sum fram- tungu-r í hvussu so er til móti endanum av 16. øld (Trudgill 1979: 160ff, 1983: 56-59). Og hildið verður, at hetta var eitt rullað ella flappað r-ljóð, soleiðis sum tað enn verður framborið í ávísum sløgum av skotsk-ensk- um og italskum. Men einaferð, kanska í 17. øld ella umleið 1700, tók ein nýggjur r-framburður seg upp, og R-ljóðið varð gjørt aftantil í munninum við forðing millum tungurót og úlv ella aft- asta partin av bleyta gómanum. Summi halda, at hetta nýggja R byrjaði sum móti í yvir- stættini í París og síðani breiddi seg til onnur lond og mál í Europa. Og í dag er baktungu- R vanligi framburðurin á fronskum, týskum og donskum og lutvíst á hollendskum, norsk- um og svenskum. Hetta baktungu-R hevði tveir framburðir: rullaðan og órullaðan. Rullaði framburðurin — skurrað R — hoyr- ist framvegis, men hin órullaði er nógv van- ligari.5) Ikki er heilt greitt, nær hetta nýggja R kom til Norðurlond, men einstakir málfrøðingar hava viðgjørt spurningin. Líkt er til, at í flestum bygdamálum í Danmørk og í Suður- svøríki var framtungu-r framvegis ráðandi fyrstu tíggjuárini í 1800-talinum (Nielsen 1951: 58), men umleið 1830-50 verður bak- tungu-R vanligt ymsastaðni í Hallandi, á Sælandi, Bomholm, á Lálandi og eystara part- inum á Fjóni, meðan tað helst er eldri á Møn, Falstri, Langalandi og Vesturfjóni. Og hildið verður, at t.d. á Ærø og í pørtum av Jútlandi hendi skiftið ikki fyrr enn móti endanum av 19. øld (Sjostedt 1936). Tvørligt er at fáa vissu fyri, nær skiftið frá framtungu-r til baktungu-R fór fram, tí ljóð- upptøkutól vóru eingi, og heimildirnar eru yvirhøvur munnligar frásagnir frá eldrifólki. Men tó ber til at finna onkrar samtíðarhøv- undar, ið greiða frá r/R-framburðinum (Dahl 1823, Rask 1826, Birch 1833, Jespersen 1897), og alt tykist benda á, at í Norðurlondum byrj- aði skiftið um aldamótið 1800 og fyrstu tíggjuárini aftaná.ð) At skurra verður eisini meira beinleiðis um- røtt hjá onkrum høvundum í 19. øld. Ein teirra (Sander 1808: 25) nevnir eitt hart og langt rullandi R afturi í barkanum, og somu- leiðis nevna aðrir danskir og norskir (Larsen 1922: 4, 62f) málfrøðingar eitt R, sum óivað er tað Ijóðið, vit kalla at skurra ella skarra.7) Men hvussu, hvaðan og nær kom so hesin R-framburður til Føroya ? Og var hetta byrj- anin til eitt r>R skifti, sum ongantíð festi rót her á landi? — Her mugu vit snúgva okk- um til søgu og ættargransking, tí ongar hald- góðar skrivaðar heimildir eru enn funnar hesum viðvíkjandi.8) Føroyar hava neyvan nakrantíð verið so avbyrgdar, sum vanliga hevur verið hildið, og serliga frá seinnu helvt 18. aldar er sam- bandið økt munandi (Joensen 1980: 21 lff). Eisini vóru fleiri útlendingar, ið búsettust í Føroyum, mest danir, men eisini norðmenn, bretar og týskarar. Og at ein munandi inn- flyting av fremmandum fólki hevur ávirkað siðvenju, mál og framburð, eru mong dømi um. Men torført er at siga nakað ítøkiligt um hesi viðurskifti, tí enn er so ómetaliga lítið gjørt til at fáa greiði á spurninginum. Allarflestu prestarnir aftan á trúbótina komu úr Danmørk, og eftirkomarar teirra komu ofta væl fyri í føroyska samfelagnum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.