Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 36

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 36
40 BURÐARVEKTIR í FØROYUM 1969-81 knýtt at móðuraldrinum (variansgreining, p < 0,001), og burðarvektin sæst at vaksa við móðuraldrinum. Aldursbýtini í Føroyum og í Danmørk eru ymisk (x2-test, p < 0,001). Við at nýta tað danska móðuraldrabýtið til at rokna eina nýggja burðarvekt út fyri Før- oyar fæst ein sonevnd aldursstandardiserað miðalburðarvekt: 0,064 x 3454 + 0,339 x 3538 + 0,366 x 3645 + 0,182 x 3680 + 0,049 x 3644 = 3602 g. Standardiseringin hevur við sær, at munurin millum miðalburðarvektirnar í Føroyum og Danmørk økist úr 234 g upp í 246 g, t.e. við 5 %. Munurin á føroysku og donsku miðal- burðarvektini liggur úr 214 g upp í 264 g í teim ymisku aldursbólkunum. Hesi frávik kunnu vísast at vera tilvildarlig (variansgrein- ing, p > 0,1). Talva IV b lýsir sambandið millum burðar- vekt og hjúnalagsstøðuna hjá móðurini. Burðarvektin er hægri hjá børnum føddum í hjúnalagi enn uttanfyri í báðum londunum (Student-t test, p < 0,001). Møðurnar eru ymiskt býttar viðvíkjandi hjúnalagsstøðu í hesum lonđunum (x2-test, p < 0,001). Tá ið tey føroysku virðini verða standardiserað viðvíkjandi hjúnalagsstøðu á sama hátt sum viðvíkjandi móðuraldri frammanfyri, fæst eitt nýtt føroyskt miðalvirði, 3658 g, og mun- urin á føroysku og donsku miðalburðarvekt- ini økist úr 226 g upp í 247 g, t.e. við 9%. Munurin á miðalburðarvektunum í Føroyum og Danmørk er størri fyri børn fødd í hjúna- lagi enn uttan fyri ■ hjúnalag (Student-t test, p < 0,005). Talva IV c lýsir sambandið millum burðar- vekt og hvussu ofta, móðirin hevur verið við barn. Hagfrøðiliga er burðarvektin knýtt at hesum tali (variansgreining, p< 0,001), og vektin veksur við talinum í Føroyum, men ikki í Danmørk. Býtið møðra millum eftir hvussu ofta, tær hava verið við barn, er ikki tað sama í Føroyum og Danmørk (x 2-test, p < 0,001). Standardisering av føroysku virð- unum hesum viðvíkjandi á tann framman- undan lýsta háttin hevur við sær eina lægri miðalburðarvekt fyri Føroyar, 3615 g, soleiðis at munurin á miðalburðarvektunum minkar úr 235 g niður í 215 g, t.e. við 9 %. Munurin á føroysku og donsku miðalburðarvektini fyri møður, ið hvørki hava átt ella hitt reis áður, er 182 g, t.e. 23 % minni enn tann fyri allar møður (235 g). í talvu V eru burðarvektir í Føroyum bólkað- ar eftir yrki foreldranna. Hagfrøðiliga er burð- arvektin knýtt at yrkinum (variansgreining, p< 0,001). Bólkur 2 og 9 hava ávikavist ta hægstu, 3746 g, og ta lægstu, 3511 g, miðal- burðarvektina, munurin teirra millum er 235 g. Úrskurður Millum 33 kannað lond hava Føroyar ta hægstu miðalburðarvektina, og hon hevur ligið jøvn frá 1969 til 1981. Við tí í hyggju at finna fram til møguligar orsakir til hesa høgu burðarvektina verða Føroyar og Danmørk sammettar gjøllari. Hesi lond hóska sera væl til at verða sammett av fleiri orsøkum: 1. Ljósmøður og læknar í Føroyum hava næstan øll útbúgvið seg í Danmørk, og heilsu- verkið gongur eftir danskari skipan; skrá- setingarlag og framferðarhættir eru tí í Før- oyum sum í Danmørk. 2. í báðum londunum hava starvar.di innan heilsuverkið skyldu at boða frá øllum barnsburðum. 3. Hesar frá- boðanir verða viðgjørdar á sama stovni, nevniliga í Sundhedsstyrelsen í Keypmanna- havn.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.