Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 38

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 38
42 BURÐARVEKTIR í FØROYUM 1969-81 inum, sum er atvoldin til ta høgu burðarvekt- ina. Tað er torført at gera eina yrkisbólking, sum hóskar til bæði føroysk og donsk sam- felagsviðurskifti. Tann bólkingin, sum Sund- hedsstyrelsen hevur nýtt fyri Føroyar, tykist í mangar mátar ikki so heppin — eitt nú verður bólkur 6 bert umboðaður av 5 burðum hetta 6ára skeiðið. Umframt hetta er tað soleiðis, at Sundhedsstyrelsen fyri nevnda skeiðið hevur nýtt eina aðra og meira ný- mótans bólking fyri Danmørk (socialklasse I -V), soleiðis at føroysku og donsku tølini als ikki eru sammetilig. Meginparturin av teim 9 yrkisbólkunum hava miðalburðarvektir, sum liggja tætt hvør at aðrari, men tveir skilja seg rættiliga burturúr, bólkur 2 og 9, og mun- urin á teimum báðum — altso ein innan Før- oya munur — er 235 g (eins stórur og tann ímillum Føroya og Danmarkar!). So hesi tøl siga okkum kortini so mikið, at eins og í øðr- um samfeløgum, sí Evnislýsing, tykjast tey minni mentu í Føroyum hava lægri miðal- burðarvekt enn tey meiri mentu (nærri um hesar báðar bólkarnar, sí talvu V). Umframt at hava akademiskan áhuga kunnu summi av úrslitunum í hesi grein kan- ska nýtast av teimum, sum virka á føðingar- deildum o.t. Donsk burðarhagtøl tykjast eitt nú ikki so nýtilig sum heimildargrundarlag fyri at gera metingar av føroyskum burðum; kanska eru íslendsk og norsk burðarhagtøl nýtiligari. Tað, at tíðleikin fyri børn við burðarvektum yvir 5000 g er 6,6 ferðir størri í Føroyum enn í Danmørk, kundi bent á, at ein partur av teimum føroysku barnakon- unum átti at verið settur í gongd fyrr (pro- sentparturin av føðingum settum í gongd við heilivági er høgur í Føroyum; verður viðhvørt kortini drálað ov leingi við ígongdsetingini ?). Fleiri kanningar eru neyðugar fyri at finna Ár Tal Burðarvekt Miðaltal ± Spjaðing 1969 844 3586 + 640 1970 813 3601 + 609 1971 779 3586 + 643 1972 798 3638 + 610 1973 807 3585 ± 608 1974 794 3625 + 548 1975 777 3620 +612 1976 754 3613 ± 594 1977 757 3609 ± 593 1978 736 3594 + 614 1979 786 3643 ± 590 1980 734 3615 + 585 1981 753 3615 + 586 Talva I. Miðalburðarvektir og spjaðingar í Føroyum fyri hvørt einstakt ár frá í 969 til 1981. Miðal- tølini eru rættað soleiðis sum frágreitt í Kanningarháttum. orsakir til ta høgu burðarvektina í Føroyum. Somuleiðis hevði verið áhugavert at kannað, hvørjar avleiðingar standast av høgu burðar- vektini. Bæði talið á deyðføddum og deyðatal pinkubarna er hægri í Føroyum enn í Dan- mørk (22). Út frá tí, sum verður nevnt í Evnis- lýsingini viðvíkjandi sambandi millum burðar- vekt og deyðatal pinkubarna, kundi ein kanska væntað, at tað var uppaftur hægri í Føroyum, um føroyska burðarvektin lá ájavnt við ta donsku. Úrtak Millum 33 kannað lond um allan heim hava Føroyar hægstu miðalburðarvekt, 3610 g (fevnir um 10132 liv- andi fødd í tíðarskeiðinum 1969-1981), næst eftir Før- oyum kemur fsland, og so Noreg. Sagt verður í stuttum alment frá læknaliga týdninginum av burðarvektini og frá viðurskiftum, sum hava ávirkan á burðarvektina. Við tí í hyggju at finna fram til møguligar orsakir til høgu burðarvektina, verða Føroyar og Danmørk sammettar. Tað liggur í mangar mátar væl fyri at sammeta burðar- vektir í hesum londum. Burðarvektir lægri enn 2501 g koma 1,7 ferð oftari fyri í Danmørk enn í Føroyum, men burðarvektir hægri enn 4500 g koma 3,0 ferðir oftari fyri í Føroyum.Føroyska miðalburðarvektin er umleið 230 g
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.