Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 99

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 99
Søgufólk úr Suðuroy Jákup Berg f 13. bindi av »Fróðskaparritum« í grein nevndari »Farðiska sagoberáttare« fregnast Ása Nyman eftir gjøllari frásøgnum um heim- ildarfólk í Suðuroy til ævintýr í bók dr. Ja- kobsens »Færøske Folkesagn og Æventyr« (1898-1901) og V. U. Hammershaimbs (í 1840- árunum). Ása Nyman heldur fyri, at hon vil vóna, at grein hennara fer at elva persónum, sum vita um søgufólk, at hjálpa her. T. d. sigur hon m.a.: »Frán Suðuroy finnas visserligen ett 15-tal sago- uppteckningar, men om ingen enda av de átta namngivna sagoberáttárna dár ha biografiska upp- givter influtit. Dessa átta personer áro fóljande: 1) Margrete Danielsen och 2) Elsebeth Malene Jes- persdatter frán Porkeri, 3) Fredrikke och 4) Anna Sofie Langgaard, 5) Maren Hansen, 6) Anna Sofie Jensdatter, 7) Anna Sofie undir Hamri frán Sumba och slutteligen 8) Christiane Schrøter utan nármare platsbestámning. De tre sidstnamda varo sagosmán til V. U. Hammershaimb, altso redan pá 1840-talet och torde dárfðr vara nágot áldre án de óvriga. Eftersom Suðuroy representerer en stor och relativt sjálvstándig del av Fárðarna vore det várdefullt att fá uppgifter áven dárifrán.«)l Vil eg tí her loyva mær at siga eitt sindur frá hesum persónum, ið greinskrivarin fregn- ast um. Heimildarfólk síni nevnir Jákup doktari aftast í bók sínari, tó so, at hvør, ið tær ein- støku sagnirnar hevur sagt, fæst ikki at vita; men írv//?fýrølistin sigur, hvør ið sagt hevur hvørt ævintýrið. Og merkiligt tykist, at menn- inir eiga mesta sagnatilfarið í Suðuroy, meðan kvinnurnar at kalla umboða ævintýrini. 1) Margrethe Danielsen, Porkeri. Elsebeth Susanna Godtfred, bóndakona á Heyggi í Porkeri f. 1871, d. 1936, abbadóttir Daniel Pedersens (1808-1884) óðalsbónda á Fløttinum, ið var bróðir Gjørðabóndans, (Lars Pedersen), segði einaferð, eg fregnaðist um heimildarfólk Jákups doktara í Porkeri og nevndi Margrethe Danielsen: »Tað man vera Greta í Búðini!2 . — Soleiðis hevur hon verið nevnd har í bygdini. Hennara fulla navn var Maren Margrethe, og hevur hon verið skrivað Larsdatter. Foreldrini vóru Gjørða- bóndin Lars Pedersen (1798-1861) og Anna Sophie Johannesdatter, Skálavík (1796-1870).3 Greta varð fødd 21. oktober 1828 og doyði í 1907. Gift var hon við Jens Vilhelm Danielsen í Búðini í Porkeri (1818-1895). Ikki hevur verið so langt ímillum tær báðar skyldkon- urnar Elsebu Súsonnu og Gretu — báðar vóru ættaðar úr Gjørðum sum sagt. Upp- vaksin í bóndahúsi, har ofta nógv fólk var og altíð onkur, ið var tíðindafróður uppí- millum, hevur Greta alt frá ungdómsárum sitið væl undir orðinum og sum Glørða- slagið alt dugað væl at sagt frá aftur. Hon hevur óivað havt manga góða løtuna í Gjørð- um, tá ið kvøldseturnar vóru, og bóndans Fróðskaparrit32. bók (1985): 103-106.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.