Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 9
PUPILS OF THE GRAMMAR SCHOOL OF TÓRSHAVN AND TORLUF GREGERSEN 7 Listin sær út sum eitt savn av tilfari HJD ikki hevur verið liðugur við áðrenn tað fór til prentingar. Hetta sæst eisini av at hann í listanum á s. 148 sigur at Thomas Jacobsen Tarnovius var “sonur harra Jacob Klinte”, hóast hann á s. 60 og 191 veit at hatta “er helst ikki beint.” Hetta var ávíst av Rischel og Skárup (1972, XXVf.), í útgávuni av Føroya-lýsingini hjá Resen. Hana nevnir HJD í listanum undir teim báðum sum Tar- novius varð immatrikuleraður saman við i 1660, Hans Hansen og Peder Blasiussen, men, nokk so løgið, ikki undir Tarnovius. Sí eisini Skárup (2005). Torluf Gregersen, prestur og próstur í Foroyum frá 1579 (ella fyrr) til 1625 NA (1895, s. 305) nevnir Thorluf Gregersen á lista sínum; hann helt so statt at TG hevði gingið í latínskúlan í Havn. Eg veit ikki hvørja keldu hann hevði til at halda tað, men eg giti at hann ikki hevði aðra keldu enn at TG hevur verið nevndur við tilnavn- inum Færø(e), sum NA eisini sjálvur nevnir hann við á s. 413: “Torluf Gregersen (Færø).” HJD (2000, s. 144f) nevnir eisini Thor- luf Gregerssøn á sínum lista og sigur at hann varð “dimitteraður frá Latínskúlanum í Havn”, tó uttan árstal. Eg veit ikki hvørja keldu han hevði til at siga tað, men eg giti at hann onga hevði; annars høvdu aðrir granskarar og kelduútgevarar longu sagt hatta, og annars hevði hann sjálvur nevnt um ikki keldu sína so í minsta lagi árið keldan segði TG vera immatrikuleraðan. Eg giti at hann skrivaði tað av tí at hann helt at TG hevði verið næmingur í latínskúlanum, og at tað lielt hann tí at NA hevði hildið tað. - Tá ið seinni Nolsøe og Jespersen (II, 2004, s. 223) skrivaðu at TG “hevði gingið í Latínskúlanum í Havn”, var tað heldur ikki eftir nakrari frumkeldu, men av tí at HJD hevði hildið tað, tað svaraðu teir mær vinarliga tá ið eg spurdi. Tilnavnið Færøe hevur TG bara í presta- talinum hjá Christen Djurhuus 1759 (L. Zachariasen 1961, s. 355; HJD 2000, s. 145) og kanska í próstatalinum hjá LD (1673, s. 293). Her stendur: “HerTolle Fær- øe=Præst udi Østerøe,” men tað má vera ein villa, antin fyri “HerTolle Sogne=Præst udi Østerøe” ella fyri “Her Tolle Færøe Sogne=Præst udi Østerøe”. Um tað hevði verið vist at Christen Djurhuus kendi til- navnið úr øðrum keldum enn LD, ella at LD meinti “Her Tolle Færøe Sogne=Præst udi Østerøe”, so kundi tilnavnið verið ein grund til at hildið at TG var føroyingur. Men tað er væl møguligt at Christen Djurhuus bara kendi tilnavnið frá LD, men at LD meinti “HerTolle Sogne=Præst udi Østerøe” (uttan “Færøe“). Tí kann tilnavnið ikki brúkast sum prógv fyri at TG var føroyingur. Ein grund til at halda at TG ikki var før- oyingur, er at LD ikki nevnir hann millum prestar ið hava gingið í latínskúlan. Ein annar møguleiki varð førdur fram í 1972 í áðurnevndu bók har tað varð ávíst at Tarnovius ikki var sonur Jacob Klinte. Har hava Rischel og eg á s. XXXII eina við- merking um TG. Eg havi onki nýtt at leggja aftrat (burtursæð frá onkrari rætting), men av tí at viðmerkingin er ógvuliga stuttorðað, og bókin lítið lisin, fari eg at taka tað uppaftur sum vit skrivaðu har. Men fyrst: livat vita vit um TG i Føroy- um? I tí fylgjandi verða ikki allar umtalur-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.