Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 9
PUPILS OF THE GRAMMAR SCHOOL OF TÓRSHAVN AND TORLUF GREGERSEN
7
Listin sær út sum eitt savn av tilfari HJD
ikki hevur verið liðugur við áðrenn tað fór
til prentingar. Hetta sæst eisini av at hann í
listanum á s. 148 sigur at Thomas Jacobsen
Tarnovius var “sonur harra Jacob Klinte”,
hóast hann á s. 60 og 191 veit at hatta “er
helst ikki beint.” Hetta var ávíst av Rischel
og Skárup (1972, XXVf.), í útgávuni av
Føroya-lýsingini hjá Resen. Hana nevnir
HJD í listanum undir teim báðum sum Tar-
novius varð immatrikuleraður saman við i
1660, Hans Hansen og Peder Blasiussen,
men, nokk so løgið, ikki undir Tarnovius.
Sí eisini Skárup (2005).
Torluf Gregersen, prestur og próstur í
Foroyum frá 1579 (ella fyrr) til 1625
NA (1895, s. 305) nevnir Thorluf Gregersen
á lista sínum; hann helt so statt at TG hevði
gingið í latínskúlan í Havn. Eg veit ikki
hvørja keldu hann hevði til at halda tað,
men eg giti at hann ikki hevði aðra keldu
enn at TG hevur verið nevndur við tilnavn-
inum Færø(e), sum NA eisini sjálvur nevnir
hann við á s. 413: “Torluf Gregersen
(Færø).”
HJD (2000, s. 144f) nevnir eisini Thor-
luf Gregerssøn á sínum lista og sigur at
hann varð “dimitteraður frá Latínskúlanum
í Havn”, tó uttan árstal. Eg veit ikki hvørja
keldu han hevði til at siga tað, men eg giti at
hann onga hevði; annars høvdu aðrir
granskarar og kelduútgevarar longu sagt
hatta, og annars hevði hann sjálvur nevnt
um ikki keldu sína so í minsta lagi árið
keldan segði TG vera immatrikuleraðan. Eg
giti at hann skrivaði tað av tí at hann helt at
TG hevði verið næmingur í latínskúlanum,
og at tað lielt hann tí at NA hevði hildið tað.
- Tá ið seinni Nolsøe og Jespersen (II,
2004, s. 223) skrivaðu at TG “hevði gingið
í Latínskúlanum í Havn”, var tað heldur
ikki eftir nakrari frumkeldu, men av tí at
HJD hevði hildið tað, tað svaraðu teir mær
vinarliga tá ið eg spurdi.
Tilnavnið Færøe hevur TG bara í presta-
talinum hjá Christen Djurhuus 1759 (L.
Zachariasen 1961, s. 355; HJD 2000, s.
145) og kanska í próstatalinum hjá LD
(1673, s. 293). Her stendur: “HerTolle Fær-
øe=Præst udi Østerøe,” men tað má vera ein
villa, antin fyri “HerTolle Sogne=Præst udi
Østerøe” ella fyri “Her Tolle Færøe
Sogne=Præst udi Østerøe”. Um tað hevði
verið vist at Christen Djurhuus kendi til-
navnið úr øðrum keldum enn LD, ella at LD
meinti “Her Tolle Færøe Sogne=Præst udi
Østerøe”, so kundi tilnavnið verið ein grund
til at hildið at TG var føroyingur. Men tað er
væl møguligt at Christen Djurhuus bara
kendi tilnavnið frá LD, men at LD meinti
“HerTolle Sogne=Præst udi Østerøe” (uttan
“Færøe“). Tí kann tilnavnið ikki brúkast
sum prógv fyri at TG var føroyingur.
Ein grund til at halda at TG ikki var før-
oyingur, er at LD ikki nevnir hann millum
prestar ið hava gingið í latínskúlan.
Ein annar møguleiki varð førdur fram í
1972 í áðurnevndu bók har tað varð ávíst at
Tarnovius ikki var sonur Jacob Klinte. Har
hava Rischel og eg á s. XXXII eina við-
merking um TG. Eg havi onki nýtt at leggja
aftrat (burtursæð frá onkrari rætting), men
av tí at viðmerkingin er ógvuliga stuttorðað,
og bókin lítið lisin, fari eg at taka tað
uppaftur sum vit skrivaðu har.
Men fyrst: livat vita vit um TG i Føroy-
um? I tí fylgjandi verða ikki allar umtalur-