Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 10
8
NÆMINGAR í LATÍNSKÚLANUM í HAVN OG TORULF GREGERSEN
nar av honum tiknar við, fleiri standa hjá N.
Andersen (1895) og L. Zachariasen (1961).
Vit vita at í varðveittum og kendum
keldum verður hann nevndur fyrstu ferð í
Føroyum í august 1579; tá verður hann kall-
aður “nu Provst” (NA, s. 413; LZ, s. 193,
310,355). Tað má merkja ‘nýliga útnevndur
til próst’. Óivað hevði hann frammanundan
verið vanligur sóknarprestur í Eysturoy og/
ella í einum øðrum prestagjaldi, men vit
vita ikki hvussu leingi. Vit vita eisini at
hann var prestur á Nesi frá í seinasta lagi
1583 (Degn 1945, s. 181), kanska longu í
1579 ella fyrr, men tá kann hann eisini
hugsast at hava verið prestur aðrastaðni:
próstar búðu ikki altíð á Nesi.
Eftir omannevnda prestatalinum hjá
Christen Djurhuus prósti 1759, var TG
sóknarprestur í Sandoy í 10 ár, áðrenn hann
varð fluttur til Eysturoyar prestagjald í
1598. Tað er møguligt at hann var sókn-
arprestur í Sandoy áðrenn hann flutti inn á
Nes, men neyvan i 10 ár, og tað er í hvussu
er ikki rætt at hann ikki flutti inn á Nes fyrr
enn í 1598. Hatta prestatalió er ikki eftir-
farandi um tað sum var hent so leingi áðr-
enn tað varð skrivað. “Virkistíð teirra fyrstu
prestanna, prósturin uppgevur, er í nógvum
førum ivasom”, sigur LZ (1961, s. 344).
TG doyði í 1625. Hann átti í minsta lagi
tveir synir. Annar var Johannes Torlufsen;
hann varð sýslumaður í Eysturoy og bóndi
á Selatrað, seinri eisini í Hoyvík (LZ 1961,
s. 340, 347 og aðrastaðni). Hin var Gabriel
Torlufsen; hann fór til Keypmannahavnar at
lesa til prest, fekk kommunitetið í 1599,
varð fyri einari ringari hending har í býnum
16. nov. 1600 (Norvin 1937, s. 326ff), varð
hjálparprestur hjá pápa sínum í seinasta lagi
frá 1613/14 (Degn 1945, s. 177), tók við
starvið sum sóknarprestur eftir pápa sín,
men doyði longu í 1627.
TG, Føroya próstur, hevði brævaskifti
við Peder Winstrup (1549-1614), Sælands
biskup frá 1590. Eftir er eitt bræv á latíni
frá PW til TG, ella rættari ein kladda sum
versonur PW, Johannes Stephanius, skriv-
aði fyri PW 16.4.1603 sum svar uppá eitt
bræv sum TG hevði sent PW i august 1602,
men tað er ikki vist at brævið hevði verið
nógv øðrvísi um PW hevði skrivað tað
sjálvur. Teksturin er útgivin í Kirkehistori-
ske Samlinger, 3.R. I.B., 1874-77, s. 779f.
Um TG sigur brævið ikki nógv annað enn at
hann og PW vóru persónligir vinir og høvdu
verið tað í fleiri ár (hvussu teir so vóru
vorðnir tað?). Áhugin er heldur at tað elvir
til at spyrja um nær tann føroyska kirkjan
varð flutt frá Bjørgvins biskupsdømi til
Sælands biskupsdømi. Um hetta skrivaði
Lucas Debes (1673, s. 292); “Hvor effter
[t.e. eftir 1556] Høystbemældte Høyloffl-
igst udi Hukommelse Konning Christian
den Tredie / forordnede en Prowist altid at
være ofver Færøes Menigheder / hvilcken
hafver svaret først Bergens Biscop / den
stund Handelen var i Bergen paa Færøe /
siden Kiøbenhauffns Biscop / da Handelen
eller Commercien paa Færøe er forfløt fra
Bergen til Kiøbenhauffns Borgere”. Hetta
varð uppafturtikið av N. Andersen (1895, s.
344) “uden at der herfor kan opgives noget
bestemt Aar”, og av Louis Zachariasen
(1961, s. 13) og Hans Jacob Debes (1995, s.
163), sum tí hildu at skiftið fór fram í ella
um 1620. Um hetta er rætt, skifti TG em-
bætisbrøv við Bjørgvins biskup og privat
brøv við Sælands bislcup. Ella vísir tað