Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 10
8 NÆMINGAR í LATÍNSKÚLANUM í HAVN OG TORULF GREGERSEN nar av honum tiknar við, fleiri standa hjá N. Andersen (1895) og L. Zachariasen (1961). Vit vita at í varðveittum og kendum keldum verður hann nevndur fyrstu ferð í Føroyum í august 1579; tá verður hann kall- aður “nu Provst” (NA, s. 413; LZ, s. 193, 310,355). Tað má merkja ‘nýliga útnevndur til próst’. Óivað hevði hann frammanundan verið vanligur sóknarprestur í Eysturoy og/ ella í einum øðrum prestagjaldi, men vit vita ikki hvussu leingi. Vit vita eisini at hann var prestur á Nesi frá í seinasta lagi 1583 (Degn 1945, s. 181), kanska longu í 1579 ella fyrr, men tá kann hann eisini hugsast at hava verið prestur aðrastaðni: próstar búðu ikki altíð á Nesi. Eftir omannevnda prestatalinum hjá Christen Djurhuus prósti 1759, var TG sóknarprestur í Sandoy í 10 ár, áðrenn hann varð fluttur til Eysturoyar prestagjald í 1598. Tað er møguligt at hann var sókn- arprestur í Sandoy áðrenn hann flutti inn á Nes, men neyvan i 10 ár, og tað er í hvussu er ikki rætt at hann ikki flutti inn á Nes fyrr enn í 1598. Hatta prestatalió er ikki eftir- farandi um tað sum var hent so leingi áðr- enn tað varð skrivað. “Virkistíð teirra fyrstu prestanna, prósturin uppgevur, er í nógvum førum ivasom”, sigur LZ (1961, s. 344). TG doyði í 1625. Hann átti í minsta lagi tveir synir. Annar var Johannes Torlufsen; hann varð sýslumaður í Eysturoy og bóndi á Selatrað, seinri eisini í Hoyvík (LZ 1961, s. 340, 347 og aðrastaðni). Hin var Gabriel Torlufsen; hann fór til Keypmannahavnar at lesa til prest, fekk kommunitetið í 1599, varð fyri einari ringari hending har í býnum 16. nov. 1600 (Norvin 1937, s. 326ff), varð hjálparprestur hjá pápa sínum í seinasta lagi frá 1613/14 (Degn 1945, s. 177), tók við starvið sum sóknarprestur eftir pápa sín, men doyði longu í 1627. TG, Føroya próstur, hevði brævaskifti við Peder Winstrup (1549-1614), Sælands biskup frá 1590. Eftir er eitt bræv á latíni frá PW til TG, ella rættari ein kladda sum versonur PW, Johannes Stephanius, skriv- aði fyri PW 16.4.1603 sum svar uppá eitt bræv sum TG hevði sent PW i august 1602, men tað er ikki vist at brævið hevði verið nógv øðrvísi um PW hevði skrivað tað sjálvur. Teksturin er útgivin í Kirkehistori- ske Samlinger, 3.R. I.B., 1874-77, s. 779f. Um TG sigur brævið ikki nógv annað enn at hann og PW vóru persónligir vinir og høvdu verið tað í fleiri ár (hvussu teir so vóru vorðnir tað?). Áhugin er heldur at tað elvir til at spyrja um nær tann føroyska kirkjan varð flutt frá Bjørgvins biskupsdømi til Sælands biskupsdømi. Um hetta skrivaði Lucas Debes (1673, s. 292); “Hvor effter [t.e. eftir 1556] Høystbemældte Høyloffl- igst udi Hukommelse Konning Christian den Tredie / forordnede en Prowist altid at være ofver Færøes Menigheder / hvilcken hafver svaret først Bergens Biscop / den stund Handelen var i Bergen paa Færøe / siden Kiøbenhauffns Biscop / da Handelen eller Commercien paa Færøe er forfløt fra Bergen til Kiøbenhauffns Borgere”. Hetta varð uppafturtikið av N. Andersen (1895, s. 344) “uden at der herfor kan opgives noget bestemt Aar”, og av Louis Zachariasen (1961, s. 13) og Hans Jacob Debes (1995, s. 163), sum tí hildu at skiftið fór fram í ella um 1620. Um hetta er rætt, skifti TG em- bætisbrøv við Bjørgvins biskup og privat brøv við Sælands bislcup. Ella vísir tað
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.