Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 11
PUPILS OF THE GRAMMAR SCHOOL OF TÓRSHAVN AND TORLUF GREGERSEN 9 varðveitta brævið at Sælands biskupur hevði Føroyar í biskupsdømi sínum longu í 1603, og at so hevði verið í fleiri ár? Eg eri í iva, m.a. tí at brævið ikki bara inniheldur ymiskt privat (t.d. heilsan til konu og bøm), men eisini nevnir “meinigheitir tykkara”, sum PW er fúsur at hjálpa um tað tørvast: skrivar ein biskupur sovorðið um meinig- heitir i einum øðram biskupsdømi? Eg vóni at ein søgugranskari tekur allan spurningin um skiftið frá Bjørgvins biskupsdømi til Sælands biskupsdømi uppaftur eftir øllum keldum, eisini hesum brævinum, uttan at halda fyri givið at LD og aðrir høvdu rætt í at kirkjan fylgdi handlinum. Tað sum Lucas Debes (1673, s. 213- 228) skrivar um Magnus Heinason, er tikið úr “Jens Lauritzsøns Norrigia Illustrata oc et Færøeske troeværdigt Manuscripto” (s. 205). At LD kallar kallar hetta handritið føroyskt, merkir ikki at tað var skrivað á føroyskum máli, men bara at tað var skrivað í Føroyum. Tað verður viðgjørt av Jørgen Rischel (1963, II, s. 46-49). Jón Helgason (1940, s. 33) hevði ávíst at tann sum hevði skrivað tað má hava verið kønur í latíni, og gitt at tað kann hava verið annaðhvørt Hans Jørgensen Fynbo ella Gabriel Torlufsen, ið báðir vóru prestar og versynir Jón Heinason løgmann, bróður Magnus. Men ein triði niøguleiki er TG, ið var sóknarprestur hjá Magnusi og Jóni, tá ið teir vóra í Føroyum, og faðir annan prestlærda versonin hjá Jóni. TG er eisini ein av teimum sum kunnu hugsast at hava skrivað ta navnleysu lýsing- ina av Føroyum ið varð brúlct í Føroya- lýsingini hjá Resen, hóast Gabriel Mitens helst er ein bctri møguleiki (Rischel og Ská- rup 1972, s. XXXIIff). Torleff Gregoriusson, prestur í Bjørgvin frá 1568 til 1572 ella seinni Henda TG kenna vit bara frá einari keldu, Absalon Pederssøns Dagbok (útg. 1963-70). Um Absalon Pederssøn Beyer hevur Jacob Jacobsen skrivað í 1952 og tá eisini tikið ymiskt upp aftur úr dagbókini eftir einari eldri útgávu. í tí fylgjandi verða ikki allar umtalurnar av TG í dagbókini tiknar við. Tað fyrsta dagbókin sigur um TG er at 20.3.1563 “Skenchte Bergens Capittel Tor- leff Gregoriusson fem daler til hielp at studere med, som drog til Skotland igen att studere thil S. Ándreas.” Hann er kanska tann Tarquinius Gregorii ið varð innskriv- aður við universitetið í Saint Andrews í 1558 (Anderson 1926, s. 266). Meðan TG las í Skotlandi, var John Knox virkin har sum predikantur fyri ta calvinsku prote- stantismuna, og ein nýggj kirkjuskipan varð viðtikin eftir hasari læruni. 4.4.1568 “Wart her Torleff her Gregorij søn ordinerit til prest oc sacellan til Dom- kircken aff doctor Jens Schellerup”. Ein “sacellan” var ein kapellanur; Jens Skjelde- rup var biskupur í Bjørgvin 1557-82. Tá ið faðir TG nevnist “her Gregorius”, má hann hava verið prestur, óivað har í landinum; annars er onki kunnugt um hann. TG má vera føddur aftan á siðaskiftið, tá ið prestar sluppu at giftast, kanska um 1540, fyri at siga eitt runt tal, ella fá ár seinni. Hann átti eina systur, Anne Gregorii dotter, ið giftist einum prestasoni 20.8.1570. Sjálvur giftist hann ikki í Bjørgvin, i hvussu er ikki so leingi dagbókin verður førd. Men kvinnur vóru í lívi hansara. Hann hevði lovað “Biorgis [?] Anne” hjúnalag, men vilđi ikki halda lyftið.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.