Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 15
ÍNITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN 13 síðan 1500-árini, fyrst í Onglandi og Há- landi, og síðan vóru fleiri lond skjót at taka eftir, harímillum Danmark, har tað fyrsta kom í 1605. Men serliga í 1700-árunum kom gongd á at byggja tukthús í danska- norska ríkinum, og talan var um eina sanna “tukthúsrørslu”.1 Eisini í Reykjavík kom tukthús, skýrt “Letigarður”; tað stóð í gerð frá 1761 til 1771 og var fyrst og fremst ætl- að teimum, sum reikaðu um landið sum biddarar. Fangarnir kundu verða settir til alment arbeiði ella leigaðir út til privatfólk. Lønin, teir fíngu, gav tukthúsinum eyka inntøku; men tað bar seg ongantíð, og í 1813 varð tað stongt.2 Ein spurningur er, hví so stór gongd kom á tukthúsbygging júst frá miðju 1700-árun- um í Danmark og Noregi. Tey vóru upp- runaliga fyri ein stóran part ætlað at av- marka bidding, sum eftir siðaskiftið varð mett sum ein stórur samfelagstrupulleiki í teimum protestantisku londunum.3 Longu í 1500- og 1600-árunum varð roynt at av- marka talið á biddarum við lóg um, at fá- tækrafólk skuldu kunna fáa biddarapass og harvið loyvi til at bidda í síni heimasókn. í donsku fátækralógini frá 1708 vórðu regl- urnar fyri biddaraloyvi herdar, og tey, sum uttan loyvi struku um landið sum biddarar, skuldu setast til arbeiði á tukthúsi ella líkn- andi stovni.4 Hesir stovnar kunnu sostatt sigast at hava verið á markinum millum fongsul og fátækraforsorg, stundum við fáfongdari vón um at betra tey sum samfe- lagsborgarar við at venja tey til arbeiði. Vanlig hugsan var, at hjá nógvum var leti og ábyrgdarloysi rótin til fátækt Norski samfelagsfrøðingurin George Midre vísir á, at fyribrigdið bygdi á upplýs- ingartíðarinnar pedagogisku optimismu og pietismunnar vanvirðing fyri leti og virkis- loysi. Menniskju kundu broytast og venjast. I tukthúsi kundu fangar læra at vera arbeiðs- samir, akta myndugleikar og laga seg eftir samfelagsins normum. At verða beindur í tukthús var ein revsing fyri ringan atburð, ið skuldi broytast við bæði góðum og illum. Tað var skomm at sita í tukthúsi, og arbeiðs- skyldan undir strongum eftirliti og í trong- um húsaumstøðum skuldi í sjálvum sær virka sum ein ræðumynd og sostatt fyri- byrgjandi. Men samstundis varð dentur lagdur á at skipa fyri regluligari guðstæn- astu við sálmasangi og bøn fyri fangarnar fyri at betra tey sum menniskju. Aðrir granskarar hava ivast í, um vónin um at betra moralin hjá fangunum lá so frammarlaga í huganum hjá talsmonnunum fyri tukthúsum. Kanska var tað heldur kropsmegi teirra, ið nytta skuldi fáast burt- urúr. Michel Foucault og fleiri við honum hava víst á, at tukthúsini við revsiarbeiði sum fangavinnu vóru í samsvari við tíðar- innar merkantilistiska politikk við sterkari statsligari stýring av vinnulívi og størst møguligari heimaframleiðslu.5 Ofta vóru tukthúsini hugsað sum karmur um royndir við nýggjum vinnum við meira verksmiðju- kendari framleiðslu (”manufaktur”) enn siðbundið heimavirki. Tað er tí nærliggjandi at hugsa, at tukthúsini vóru ein máti at gagnnýta leysar kroppar sum bíliga arbeiðs- megi og harvið loysa ein sosialan trupul- leika og samstundis økja landsins fram- leiðslu. Men hesin tanki kann neyvan hava verið berandi, tí fangavinnan royndist sjáld- an væl hvørki fíggjarliga ella sum nýskap- andi vinna.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.