Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 15
ÍNITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
13
síðan 1500-árini, fyrst í Onglandi og Há-
landi, og síðan vóru fleiri lond skjót at taka
eftir, harímillum Danmark, har tað fyrsta
kom í 1605. Men serliga í 1700-árunum
kom gongd á at byggja tukthús í danska-
norska ríkinum, og talan var um eina sanna
“tukthúsrørslu”.1 Eisini í Reykjavík kom
tukthús, skýrt “Letigarður”; tað stóð í gerð
frá 1761 til 1771 og var fyrst og fremst ætl-
að teimum, sum reikaðu um landið sum
biddarar. Fangarnir kundu verða settir til
alment arbeiði ella leigaðir út til privatfólk.
Lønin, teir fíngu, gav tukthúsinum eyka
inntøku; men tað bar seg ongantíð, og í
1813 varð tað stongt.2
Ein spurningur er, hví so stór gongd kom
á tukthúsbygging júst frá miðju 1700-árun-
um í Danmark og Noregi. Tey vóru upp-
runaliga fyri ein stóran part ætlað at av-
marka bidding, sum eftir siðaskiftið varð
mett sum ein stórur samfelagstrupulleiki í
teimum protestantisku londunum.3 Longu í
1500- og 1600-árunum varð roynt at av-
marka talið á biddarum við lóg um, at fá-
tækrafólk skuldu kunna fáa biddarapass og
harvið loyvi til at bidda í síni heimasókn. í
donsku fátækralógini frá 1708 vórðu regl-
urnar fyri biddaraloyvi herdar, og tey, sum
uttan loyvi struku um landið sum biddarar,
skuldu setast til arbeiði á tukthúsi ella líkn-
andi stovni.4 Hesir stovnar kunnu sostatt
sigast at hava verið á markinum millum
fongsul og fátækraforsorg, stundum við
fáfongdari vón um at betra tey sum samfe-
lagsborgarar við at venja tey til arbeiði.
Vanlig hugsan var, at hjá nógvum var leti
og ábyrgdarloysi rótin til fátækt
Norski samfelagsfrøðingurin George
Midre vísir á, at fyribrigdið bygdi á upplýs-
ingartíðarinnar pedagogisku optimismu og
pietismunnar vanvirðing fyri leti og virkis-
loysi. Menniskju kundu broytast og venjast.
I tukthúsi kundu fangar læra at vera arbeiðs-
samir, akta myndugleikar og laga seg eftir
samfelagsins normum. At verða beindur í
tukthús var ein revsing fyri ringan atburð,
ið skuldi broytast við bæði góðum og illum.
Tað var skomm at sita í tukthúsi, og arbeiðs-
skyldan undir strongum eftirliti og í trong-
um húsaumstøðum skuldi í sjálvum sær
virka sum ein ræðumynd og sostatt fyri-
byrgjandi. Men samstundis varð dentur
lagdur á at skipa fyri regluligari guðstæn-
astu við sálmasangi og bøn fyri fangarnar
fyri at betra tey sum menniskju.
Aðrir granskarar hava ivast í, um vónin
um at betra moralin hjá fangunum lá so
frammarlaga í huganum hjá talsmonnunum
fyri tukthúsum. Kanska var tað heldur
kropsmegi teirra, ið nytta skuldi fáast burt-
urúr. Michel Foucault og fleiri við honum
hava víst á, at tukthúsini við revsiarbeiði
sum fangavinnu vóru í samsvari við tíðar-
innar merkantilistiska politikk við sterkari
statsligari stýring av vinnulívi og størst
møguligari heimaframleiðslu.5 Ofta vóru
tukthúsini hugsað sum karmur um royndir
við nýggjum vinnum við meira verksmiðju-
kendari framleiðslu (”manufaktur”) enn
siðbundið heimavirki. Tað er tí nærliggjandi
at hugsa, at tukthúsini vóru ein máti at
gagnnýta leysar kroppar sum bíliga arbeiðs-
megi og harvið loysa ein sosialan trupul-
leika og samstundis økja landsins fram-
leiðslu. Men hesin tanki kann neyvan hava
verið berandi, tí fangavinnan royndist sjáld-
an væl hvørki fíggjarliga ella sum nýskap-
andi vinna.