Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 16
14
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
Trúligari tykist framsetingin um, at tukt-
húsini skulu síggjast í ljósinum av revsirætt-
arligu nýskipanum, sum gjørdu seg gald-
andi í 1700-árunum, og sum miðaðu ímóti
eini rationalisering av revsirættarligum til-
tøkum. Revsirættarligir spurningar vóru
sum so mong onnur samfelagsviðurskifti
tikin fram til endurskoðanar í upplýsingar-
tíðini í 18. øld. Tað sæst aftur í revsilóg-
bótum og nýhugsan um revsihættir, ávirkað
av tonkum, sum í samtíðini vórðu orðað í
filosofiskum ritverkum um lóg og rætt sum
ein atfmning at eldri revsihættum, serliga
likamsrevsing og deyðarevsing.
Eitt rák, sum gongur aftur í lóggávu og
rættarpraksis frá seinast í 1700-árunum, var
í størri mun at nýta frælsistøku fyri lógar-
brot, sum áður høvdu verið revsað við lik-
amsrevsing, í ringasta føri deyðarevsing.
Tað vóru tær ofta barbarisku revsingar,
sum gjørdu at tiðin tóktist búgvin at seta
spurnatekin við rættargrundarlag og enda-
mál við revsing. Tó halda fleiri søgugransk-
arar, at tað er ivasamt, hvat ið vigaði tyngri
aftan fyri hetta skifti: at gera revsingina
humanari, ella um málið var at gera revsi-
hættirnar meira rationellar og meira effek-
tivar til tess at fyribyrgja lógarbrot. Ein
tanki var, at sum fyribyrgjandi vóru strangar
revsingar ikki betri enn linar revsingar. Tað
avgerandi var, at revsidómar altíð vórðu
framdir, og ikki linkaðir ella eftirgivnir t.d.
við náðing frá kongi. Ført varð fram, at lik-
amsrevsing ikki hevði tann ætlaða virkn-
ingin sum ræðandi og at stilla hevndarhug
hjá tí órættaða ella samfelagnum sum heild;
í staðin hendi ofta tað, at tann likamsrevsaði
fekk fólksins samkenslu heldur enn van-
virðing.
Tað eydnaðist upplýsingarfilosoffum at
sannføra lógarsmiðir um, at linar revsingar
vóru effektivari enn strangar. Tað merkir
ikki, at gingið varð frá at nýta likamspíning,
men innibyrging og tvingsulsarbeiði gjørd-
ust vanligari enn áður. Umffamt hesi sjónar-
mið spælir upplýsingartíðarinnar tankagóðs
um almannanyttuna uppí - tankin um at
fangar kundu gera nyttu íyri samfelagið og
samstundis tyktast til betri lívsførslu.6 Loft-
að hesum tanka hevði limur í nevnd, sum í
1784 skuldi endurskoða donsku lóggávuna
um revsing fyri stuldur:
”A1 Tyvstraf maa efter min Meening være for-
bedrende, saalænge der kand med Føie haabes
Forbedring, og følgelig ey betage den som
Tyvsdom er overgaaet enten hans Formue eller
Ære, hvorved han kunne hindres fra at tjene sit
Brød uden Undseelse, naar han haver udstaaet
sin Forbedringsstraf.”7
Føroyar í 1700-árunum
Fleiri tekin eru um framburð í føroyska
samfelagnum í seinnu helvt av 1700-árun-
um. Fólkatalið øktist nakað, men í mun til
fólkavøksturin øktist inn- og útflutningurin
av vørum meira. Hús vórðu bygd størri og
betur útgjørd enn vanligt hevði verið áður,
og nýtslan av brúksvørum sum timbri,
korni, tubbaki og brennivíni vaks.
Tað kann tykjast sum, at støðið var farið
at ridla undan tí gornlu patriarkalsku sam-
felagsskipanini, har fjøldin av ognarleysum
var knýtt til ein garð. Hugmyndin av tí
hugnaligu kvøldsetuni á bóndans garði, har
alt húskið var savnað til arbeiði, søgur og
kvøðing er ein nakað einstáttað lýsing. Tær
góðu tíðirnar hava fíngið mong at royna at
standa á egnum beinum og stovna húshald