Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 16
14 TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR Trúligari tykist framsetingin um, at tukt- húsini skulu síggjast í ljósinum av revsirætt- arligu nýskipanum, sum gjørdu seg gald- andi í 1700-árunum, og sum miðaðu ímóti eini rationalisering av revsirættarligum til- tøkum. Revsirættarligir spurningar vóru sum so mong onnur samfelagsviðurskifti tikin fram til endurskoðanar í upplýsingar- tíðini í 18. øld. Tað sæst aftur í revsilóg- bótum og nýhugsan um revsihættir, ávirkað av tonkum, sum í samtíðini vórðu orðað í filosofiskum ritverkum um lóg og rætt sum ein atfmning at eldri revsihættum, serliga likamsrevsing og deyðarevsing. Eitt rák, sum gongur aftur í lóggávu og rættarpraksis frá seinast í 1700-árunum, var í størri mun at nýta frælsistøku fyri lógar- brot, sum áður høvdu verið revsað við lik- amsrevsing, í ringasta føri deyðarevsing. Tað vóru tær ofta barbarisku revsingar, sum gjørdu at tiðin tóktist búgvin at seta spurnatekin við rættargrundarlag og enda- mál við revsing. Tó halda fleiri søgugransk- arar, at tað er ivasamt, hvat ið vigaði tyngri aftan fyri hetta skifti: at gera revsingina humanari, ella um málið var at gera revsi- hættirnar meira rationellar og meira effek- tivar til tess at fyribyrgja lógarbrot. Ein tanki var, at sum fyribyrgjandi vóru strangar revsingar ikki betri enn linar revsingar. Tað avgerandi var, at revsidómar altíð vórðu framdir, og ikki linkaðir ella eftirgivnir t.d. við náðing frá kongi. Ført varð fram, at lik- amsrevsing ikki hevði tann ætlaða virkn- ingin sum ræðandi og at stilla hevndarhug hjá tí órættaða ella samfelagnum sum heild; í staðin hendi ofta tað, at tann likamsrevsaði fekk fólksins samkenslu heldur enn van- virðing. Tað eydnaðist upplýsingarfilosoffum at sannføra lógarsmiðir um, at linar revsingar vóru effektivari enn strangar. Tað merkir ikki, at gingið varð frá at nýta likamspíning, men innibyrging og tvingsulsarbeiði gjørd- ust vanligari enn áður. Umffamt hesi sjónar- mið spælir upplýsingartíðarinnar tankagóðs um almannanyttuna uppí - tankin um at fangar kundu gera nyttu íyri samfelagið og samstundis tyktast til betri lívsførslu.6 Loft- að hesum tanka hevði limur í nevnd, sum í 1784 skuldi endurskoða donsku lóggávuna um revsing fyri stuldur: ”A1 Tyvstraf maa efter min Meening være for- bedrende, saalænge der kand med Føie haabes Forbedring, og følgelig ey betage den som Tyvsdom er overgaaet enten hans Formue eller Ære, hvorved han kunne hindres fra at tjene sit Brød uden Undseelse, naar han haver udstaaet sin Forbedringsstraf.”7 Føroyar í 1700-árunum Fleiri tekin eru um framburð í føroyska samfelagnum í seinnu helvt av 1700-árun- um. Fólkatalið øktist nakað, men í mun til fólkavøksturin øktist inn- og útflutningurin av vørum meira. Hús vórðu bygd størri og betur útgjørd enn vanligt hevði verið áður, og nýtslan av brúksvørum sum timbri, korni, tubbaki og brennivíni vaks. Tað kann tykjast sum, at støðið var farið at ridla undan tí gornlu patriarkalsku sam- felagsskipanini, har fjøldin av ognarleysum var knýtt til ein garð. Hugmyndin av tí hugnaligu kvøldsetuni á bóndans garði, har alt húskið var savnað til arbeiði, søgur og kvøðing er ein nakað einstáttað lýsing. Tær góðu tíðirnar hava fíngið mong at royna at standa á egnum beinum og stovna húshald
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.