Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 17
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN 15 í staðin fyri at binda seg til at liva sum leys og ógift tænastufólk á einum bóndagarði. Men búskapurin var viðbrekin, og tá ið fiskaloysi og fellisár vóru, liðu mong neyð. Tátíðar fátækrahjálp var tann siðbundni rætturin at biðja olmussu frá teimum ríkam, og fátækrakassi varð stovnaður í 1767, sum tó bert kundi halda tí ringastu neyðini frá durunum. Frá fyrndartíð hevði tíggjund verið býtt í fýra partar, harav ein partur var fátækra- tíggjund, sum bøndurnir umsótu og lótu teimum, ið teir mettu treingja til hjálp. Stundum hevur biddingin tikið yvirhond, so at neyðugt tóktist at avmarka hana við for- boðum. í tingbókunum lesa vit, at í 1645 vórðu forboð sett havnarfólki at reika um landið og bidda ull, og í sama anda avgjørdi løgtingið í 1655, at óhjálpin skuldu hava olmussu í síni heimasókn, fyrst og fremst av fátækratíggjund, og at ein triðingur av fátækratíggjund skuldi fara til havnarfólk; tað varð grundgivið við, at alt skansaarbeiði og vaktarhald lá á teimum. Henda regla varð tó avtikin aftur í 1666.8 Longu í 1600- árunum hava nógv fátækrafólk trunkast í Havn, og tey vórðu tá mett sum ein sam- felagsligur kleppur og skýrd snúltarar og letingar.9 Tann forna skipanin, at ein fjórðingur av tíggjund skuldi vera til tey fátæku, datt burt- ur i 1688, tá ið Norska Lóg Kristians Finrta varð sett í gildi. Tó varð nógvastaðni í Før- oyum hildið fast við ta gomlu skipanina at býta tíggjund í fýra partar, harav ein partur varð býttur út til “betlere, omløbere og uld- koner,” sum N. Andersen málber seg og leggur afturat, at tað er væl skiljandi, at bøndur (tiendeydere) høvdu áhuga í at afturhalda ein part av tíggjund til olmussur, tí teir lótu ikki av sínum egna. Men hin- vegin, ger hann vart við, var hetta við til at lívga bidding og leysgangarí.10 Biddarar tóktust bóndunum ein plága, men sum teir kortini kendu sum eina moralska, um ikki lógarfesta skyldu at egna við gávum - mati ella ull, sum tey kundu virka til vørur at selja. Svabo skrivaði í 1770-unum, at gam- alt var, at bóndin hevði valið millum at føða clla flyta tey fátæku, t.e. skjútsa tey ókeypis til aðra bygd og soleiðis sleppa av við tey.11 Tey fátæku høvdu soleiðis nakað um at halda, tá ið tey mettu seg hava rætt at fáa gávur ella olmussu. Menn, sum skrivaðu um føroyskan bú- skap seinast í 1700-árunum, nevndu ofta biddarar og leysgangarar og umtalaðu hesi fólk sum eina landaplágu, men eisini sum eitt tilfeingi, ið betri nytta kundi fíngist burturúr. Hans Jacobsøn Debes (løgmaður 1755-72) skrivaði í 1769 “Kort Underret- ning om Indbyggernes Handels-Maade paa Færøe”, har hann vísti á vantandi samsvar millum fólkavøkstur og mattilfeingi m.a. við ráðum um at velta meira korn, so øll kundu verið breyðfødd. “Her sukke mange Fattige efter Brødet, her løbe mange, lige- saa friske, som lade Tryglere omkring, og besværge med deres ublue Beden baade mig og andre got Folk. En Lykke, at disse kunde holdes til Arbcide, og derved søge sit Brød.”12 J. C. Svabo, sum hevði lisið búskapar- og náttúrufrøði, skrivaði í 1773 “Tanker om Færoes Ekonomi og dens Forbedring” og nevndi stutt sum eini ráð at betra búskapin, “at sysselsætte ledige Hænder og anviise den flittige Fattigdom Arbeide ...”.13 í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.