Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 17
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
15
í staðin fyri at binda seg til at liva sum leys
og ógift tænastufólk á einum bóndagarði.
Men búskapurin var viðbrekin, og tá ið
fiskaloysi og fellisár vóru, liðu mong neyð.
Tátíðar fátækrahjálp var tann siðbundni
rætturin at biðja olmussu frá teimum ríkam,
og fátækrakassi varð stovnaður í 1767, sum
tó bert kundi halda tí ringastu neyðini frá
durunum.
Frá fyrndartíð hevði tíggjund verið býtt
í fýra partar, harav ein partur var fátækra-
tíggjund, sum bøndurnir umsótu og lótu
teimum, ið teir mettu treingja til hjálp.
Stundum hevur biddingin tikið yvirhond, so
at neyðugt tóktist at avmarka hana við for-
boðum. í tingbókunum lesa vit, at í 1645
vórðu forboð sett havnarfólki at reika um
landið og bidda ull, og í sama anda avgjørdi
løgtingið í 1655, at óhjálpin skuldu hava
olmussu í síni heimasókn, fyrst og fremst
av fátækratíggjund, og at ein triðingur av
fátækratíggjund skuldi fara til havnarfólk;
tað varð grundgivið við, at alt skansaarbeiði
og vaktarhald lá á teimum. Henda regla
varð tó avtikin aftur í 1666.8 Longu í 1600-
árunum hava nógv fátækrafólk trunkast í
Havn, og tey vórðu tá mett sum ein sam-
felagsligur kleppur og skýrd snúltarar og
letingar.9
Tann forna skipanin, at ein fjórðingur av
tíggjund skuldi vera til tey fátæku, datt burt-
ur i 1688, tá ið Norska Lóg Kristians Finrta
varð sett í gildi. Tó varð nógvastaðni í Før-
oyum hildið fast við ta gomlu skipanina at
býta tíggjund í fýra partar, harav ein partur
varð býttur út til “betlere, omløbere og uld-
koner,” sum N. Andersen málber seg og
leggur afturat, at tað er væl skiljandi, at
bøndur (tiendeydere) høvdu áhuga í at
afturhalda ein part av tíggjund til olmussur,
tí teir lótu ikki av sínum egna. Men hin-
vegin, ger hann vart við, var hetta við til at
lívga bidding og leysgangarí.10 Biddarar
tóktust bóndunum ein plága, men sum teir
kortini kendu sum eina moralska, um ikki
lógarfesta skyldu at egna við gávum - mati
ella ull, sum tey kundu virka til vørur at
selja. Svabo skrivaði í 1770-unum, at gam-
alt var, at bóndin hevði valið millum at føða
clla flyta tey fátæku, t.e. skjútsa tey ókeypis
til aðra bygd og soleiðis sleppa av við tey.11
Tey fátæku høvdu soleiðis nakað um at
halda, tá ið tey mettu seg hava rætt at fáa
gávur ella olmussu.
Menn, sum skrivaðu um føroyskan bú-
skap seinast í 1700-árunum, nevndu ofta
biddarar og leysgangarar og umtalaðu hesi
fólk sum eina landaplágu, men eisini sum
eitt tilfeingi, ið betri nytta kundi fíngist
burturúr. Hans Jacobsøn Debes (løgmaður
1755-72) skrivaði í 1769 “Kort Underret-
ning om Indbyggernes Handels-Maade paa
Færøe”, har hann vísti á vantandi samsvar
millum fólkavøkstur og mattilfeingi m.a.
við ráðum um at velta meira korn, so øll
kundu verið breyðfødd. “Her sukke mange
Fattige efter Brødet, her løbe mange, lige-
saa friske, som lade Tryglere omkring, og
besværge med deres ublue Beden baade
mig og andre got Folk. En Lykke, at disse
kunde holdes til Arbcide, og derved søge sit
Brød.”12
J. C. Svabo, sum hevði lisið búskapar-
og náttúrufrøði, skrivaði í 1773 “Tanker om
Færoes Ekonomi og dens Forbedring” og
nevndi stutt sum eini ráð at betra búskapin,
“at sysselsætte ledige Hænder og anviise
den flittige Fattigdom Arbeide ...”.13 í