Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 18

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 18
16 TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR “lndberetninger fra ein Reise i Færøe 1781 og 1782” mælir Svabo til revsitiltøk fyri letingar, ið kundu virka bæði til landsins besta og sum uppalandi tiltøk:”Sætter man: at den Færøiske Ekonomi fortjener statsnyt- tige Forbedringer og at den høylig trænger til Politie-Anstalter, eller Tvangs-Midler, som den endnu ikke har havt, for Ex. en Anstalt, hvori Dagdrivere kunde lære at ar- beide og blive nyttige for Stat og Provinds, og den Gjenstridige kaldes tilbage til Lydig- hed Sum vit skulu siggja, var Svabo ikki einsamallur um at mæla til at stovna “en Anstalt, hvori Dagdrivere kunde lære at arbeide ...”. Embætismenninir í Føroyum bóru tað upp á mál og møttu vælvild frá embætismonnum í Keypmannahavn, sum teir brævskiftu við um slíkar ætlanir. Tukthúsætlanir 1774-84 Tann kendasta lógin í Føroyum frá tíðini seinast í 1700-árunum man vera “Forordning ang. adskilligt Agerdyrkningen ogTieneste Folk m.v. paa Færøe vedkommende” lfá 1777, ofta skýrd “trælalógin”. Sum heitið sipar til, hevði hon fleiri endamál: at økja komvelt- ingina, at gera reglur um viðurskifti millum húsbónda og tænastufólk, at forða vøkstri av fátækrafólki við at seta treytir fyri at giftast og seta egið búgv, og endiliga var eitt enda- mál at avmarka talið á ullarbiddarum og leys- gangarum, sum tey vórðu kallað, sum ikki vóru í fastari tænastu. Vesalafólk og neyð- stødd kundu fáa biddingarloyvi frá fútanum; men menn og kvinnur, sum ikki høvdu hetta loyvi og tó biddaðu, og sum eisini noktaðu at taka við ávístum arbeiði á bóndagarði, skuldi sýslumaðurin taka, og tey skuldu setast í Skansan ella Portugálið á Tinganesi og har arbeiða hálvt, heilt ella í fleiri ár. í sama viðfangi varð bannað øllum at lata ull til biddarar, ið ikki høvdu biddingarloyvi, og somuleiðis var bannað at skjútsa teir; revs- ingin fyri at bróta hetta forboð var bót til fátækrakassan (§12). Revsingin, at beina biddarar í Skansan ella Portugálið at arbeiða, var ikki tað, sum upprunaliga var ætlað, men heldur var ætl- anin at byggja eitt tukthús til slík fólk. Ætlanin um tukthús sæst fyrstu ferð nevnd í brævi 8. august 1774 frá føroysku embætismonnunum, t.e. Hveding løgmanni, Hammershaimb fúta og Peder Samuelsen sorinskrivara, til stiftamtmannin A. Bang.15 Hetta brævið var fyrsta stigið til “Forord- ning ang. adskilligt Agerdyrkningen og Tie- neste Folk m.v. paa Færøe vedkommende”. Her greiddu teir m.a. frá, hvat teir hildu átti at verða gjørt fyri at fáa nóg mikið av tæn- astufólki til bóndagarðamar, m.a. at seta eitt minstamark av jarðarogn sum treyt fyri hjúnalagi, hækka løn til tænastufólk á bóndagørðum, lata fátækrafólki tíggjunda- ull, at kunna noyða fólk at taka tænastu á gørðunum og gera reglur fyri at loysa trætur millum húsbónda og tænastufólk. Og endi- liga skutu teir upp at byggja eitt tukthús, “... for Tjenestefolks slette Opførsel, smaa Tyverier eller Ulydighed, hvori de til Ret- telse kunde indsættes”. Teir vónaðu, at hetta kundi koma í lag, tí sum var, vóra einastu møguleikarnir at lata tey sita upp á vatn og brcyð, antin í úthúsi bóndans, har kalsmenn ella aðrir skuldu halda vakt, ella í Portugál- inum. Samstundis bóðu teir amtmannin senda sær eina reglugerð fyri tílík tukthús í Danmark til fyrimyndar.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.