Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 18
16
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
“lndberetninger fra ein Reise i Færøe 1781
og 1782” mælir Svabo til revsitiltøk fyri
letingar, ið kundu virka bæði til landsins
besta og sum uppalandi tiltøk:”Sætter man:
at den Færøiske Ekonomi fortjener statsnyt-
tige Forbedringer og at den høylig trænger
til Politie-Anstalter, eller Tvangs-Midler,
som den endnu ikke har havt, for Ex. en
Anstalt, hvori Dagdrivere kunde lære at ar-
beide og blive nyttige for Stat og Provinds,
og den Gjenstridige kaldes tilbage til Lydig-
hed
Sum vit skulu siggja, var Svabo ikki
einsamallur um at mæla til at stovna “en
Anstalt, hvori Dagdrivere kunde lære at
arbeide ...”. Embætismenninir í Føroyum
bóru tað upp á mál og møttu vælvild frá
embætismonnum í Keypmannahavn, sum
teir brævskiftu við um slíkar ætlanir.
Tukthúsætlanir 1774-84
Tann kendasta lógin í Føroyum frá tíðini
seinast í 1700-árunum man vera “Forordning
ang. adskilligt Agerdyrkningen ogTieneste
Folk m.v. paa Færøe vedkommende” lfá 1777,
ofta skýrd “trælalógin”. Sum heitið sipar til,
hevði hon fleiri endamál: at økja komvelt-
ingina, at gera reglur um viðurskifti millum
húsbónda og tænastufólk, at forða vøkstri av
fátækrafólki við at seta treytir fyri at giftast
og seta egið búgv, og endiliga var eitt enda-
mál at avmarka talið á ullarbiddarum og leys-
gangarum, sum tey vórðu kallað, sum ikki
vóru í fastari tænastu. Vesalafólk og neyð-
stødd kundu fáa biddingarloyvi frá fútanum;
men menn og kvinnur, sum ikki høvdu hetta
loyvi og tó biddaðu, og sum eisini noktaðu
at taka við ávístum arbeiði á bóndagarði,
skuldi sýslumaðurin taka, og tey skuldu setast
í Skansan ella Portugálið á Tinganesi og har
arbeiða hálvt, heilt ella í fleiri ár. í sama
viðfangi varð bannað øllum at lata ull til
biddarar, ið ikki høvdu biddingarloyvi, og
somuleiðis var bannað at skjútsa teir; revs-
ingin fyri at bróta hetta forboð var bót til
fátækrakassan (§12).
Revsingin, at beina biddarar í Skansan
ella Portugálið at arbeiða, var ikki tað, sum
upprunaliga var ætlað, men heldur var ætl-
anin at byggja eitt tukthús til slík fólk.
Ætlanin um tukthús sæst fyrstu ferð
nevnd í brævi 8. august 1774 frá føroysku
embætismonnunum, t.e. Hveding løgmanni,
Hammershaimb fúta og Peder Samuelsen
sorinskrivara, til stiftamtmannin A. Bang.15
Hetta brævið var fyrsta stigið til “Forord-
ning ang. adskilligt Agerdyrkningen og Tie-
neste Folk m.v. paa Færøe vedkommende”.
Her greiddu teir m.a. frá, hvat teir hildu átti
at verða gjørt fyri at fáa nóg mikið av tæn-
astufólki til bóndagarðamar, m.a. at seta eitt
minstamark av jarðarogn sum treyt fyri
hjúnalagi, hækka løn til tænastufólk á
bóndagørðum, lata fátækrafólki tíggjunda-
ull, at kunna noyða fólk at taka tænastu á
gørðunum og gera reglur fyri at loysa trætur
millum húsbónda og tænastufólk. Og endi-
liga skutu teir upp at byggja eitt tukthús,
“... for Tjenestefolks slette Opførsel, smaa
Tyverier eller Ulydighed, hvori de til Ret-
telse kunde indsættes”. Teir vónaðu, at hetta
kundi koma í lag, tí sum var, vóra einastu
møguleikarnir at lata tey sita upp á vatn og
brcyð, antin í úthúsi bóndans, har kalsmenn
ella aðrir skuldu halda vakt, ella í Portugál-
inum. Samstundis bóðu teir amtmannin
senda sær eina reglugerð fyri tílík tukthús í
Danmark til fyrimyndar.