Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 19

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 19
ÍNITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN 17 Tann upprunaliga ætlanin við tukthús- inum var sostatt at nýta tað til treisk og ólýðin tænastufólk. í einum seinni brævi frá oktober sama ár frá fútanum til stiftamt- mannin nevndi hann, at tukthúsið eisini skuldi vera til biddarar og arbeiðsførar leys- gangarar. Ætlanin var at innrætta tukthús á Skansanum, og her skuldu fangarnir virka burtur úr ull og øðrum. Ein fyristøðumaður (tuktmeistari) skuldi vera, ið fekk løn fyri at hava umsjón við fangunum. Stiftamtmaðurin vísti uppskotinum væl- vild og sendi í apríl 1775 “Fundats for det Wiborgske Tugt- og Manufactur-Huus”, sum hann helt hóska bcst.16 Hann hevði nakrar spumingar um, hvussu menninir høvdu hugsað særraksturin skipaðan: Hvør ið kundi hugsast at setast at hava umsjón við fangunum og arbeiði teirra fyri ta løn, sum fútin hevði skotið upp. í øðrum lagi spurdi hann, hvussu teir ætlaðu at bera seg at við at beina biddarar í tukthúsið. í triðja lagi hvussu stór húsarúmd mundi vera hóskandi í mun til fangatal. Viðvíkjandi tí fíggjarliga bað hann um uppskot um, hvussu arbeiði fanganna skuldi lønast, og hvussu vera skuldi við útreiðslum til kost, hita, ljós, vakt og klæðum hjá fangunum. Eisini spurdi hann, hvussu teir høvdu hugs- að sær, at guðstænasta skuldi vera hildin fyri fangunum.17 Tukthúsið var sum sagt ætlað fyri lóg- brótarar. í sama viðfangi spurdi stiftamt- maðurin, um ikki tað hevði borið til at inn- rætta Argjahospital sum arbeiðs- ella manu- fakturhús, har ið hjálparleys fátæk, sum bæði kundu og vildu arbeiða, men einki arbeiði kundu fáa, kundu komið um dag- arnar at arbeiða íyri løn. Hann helt seg vita, at har skuldi verið rúm fyri bæði einum arbeiðshúsi og fyri “dárakistu”, t.e. ein stovni fyri sinnissjúk. Stiftamtmaðurin legði eina við, at munur skuldi vera á at vera á tukthúsi (á Skansanum) og at vera á arb- eiðshúsi (á Argjum). Almenningurin mátti ikki fáa ta fatan, at tað var skomm ella revs- ing at arbeiða á Argjahospitali. Hugskotið um at gera arbeiðshús á Arg- jahospitali hevði amtmaðurin fingið frá Hveding løgmanni. Men stutt eftir tók løg- maðurin hetta uppskot aftur; tað vildi kravt uppíbygging, og hann helt tað ikki vera ráðiligt at nýta peningaognina hjá Argja- hospitali til so stóra íløgu, sum kravdist.18 Tað varð sostatt av ongum at gera nakað meira á Argjahospitali, og brátt mistu teir føroysku embætismenninir eisini hugin at byggja tukthús. I mars 1776 skrivaði stift- amtmaðurin Aðaltollkamarinum langt bræv, ið er samanumtøka av upplýsingum og til- mælum, hann hevði fíngið úr Føroyum. Tá høvdu bæði løgmaður, fúti og kommand- anturin Morrath ført fram, at tað fór at verða ov dýrt at byggja tukthús, og mælt til heldur at seta “løse og omløbende Betlere” við ongum biddingarloyvi í Skansan ella Portugálið at arbeiða. Stiftamtmaðurin mælti somuleiðis til at fylgja uppskotinum frá føroysku embætismonnunum um at seta ein navngivnan umsjónarmann, ið skuldi lønast partvíst av inntøkuni av fangavin- nuni, partvíst av ognargrunninum hjá Argjahospitali. Legði tó afturat, at yvir- usjón átti fútin at hava, soleiðis at umsjónarmaðurin ikki skuldi freistast til at leggja meira arbeiði á fangarnar, enn teir vóru mentir at gera.19 Orsøkin til, at teir føroysku embætis-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.