Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 19
ÍNITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
17
Tann upprunaliga ætlanin við tukthús-
inum var sostatt at nýta tað til treisk og
ólýðin tænastufólk. í einum seinni brævi frá
oktober sama ár frá fútanum til stiftamt-
mannin nevndi hann, at tukthúsið eisini
skuldi vera til biddarar og arbeiðsførar leys-
gangarar. Ætlanin var at innrætta tukthús á
Skansanum, og her skuldu fangarnir virka
burtur úr ull og øðrum. Ein fyristøðumaður
(tuktmeistari) skuldi vera, ið fekk løn fyri
at hava umsjón við fangunum.
Stiftamtmaðurin vísti uppskotinum væl-
vild og sendi í apríl 1775 “Fundats for det
Wiborgske Tugt- og Manufactur-Huus”,
sum hann helt hóska bcst.16 Hann hevði
nakrar spumingar um, hvussu menninir
høvdu hugsað særraksturin skipaðan: Hvør
ið kundi hugsast at setast at hava umsjón
við fangunum og arbeiði teirra fyri ta løn,
sum fútin hevði skotið upp. í øðrum lagi
spurdi hann, hvussu teir ætlaðu at bera seg
at við at beina biddarar í tukthúsið. í triðja
lagi hvussu stór húsarúmd mundi vera
hóskandi í mun til fangatal. Viðvíkjandi tí
fíggjarliga bað hann um uppskot um,
hvussu arbeiði fanganna skuldi lønast, og
hvussu vera skuldi við útreiðslum til kost,
hita, ljós, vakt og klæðum hjá fangunum.
Eisini spurdi hann, hvussu teir høvdu hugs-
að sær, at guðstænasta skuldi vera hildin
fyri fangunum.17
Tukthúsið var sum sagt ætlað fyri lóg-
brótarar. í sama viðfangi spurdi stiftamt-
maðurin, um ikki tað hevði borið til at inn-
rætta Argjahospital sum arbeiðs- ella manu-
fakturhús, har ið hjálparleys fátæk, sum
bæði kundu og vildu arbeiða, men einki
arbeiði kundu fáa, kundu komið um dag-
arnar at arbeiða íyri løn. Hann helt seg vita,
at har skuldi verið rúm fyri bæði einum
arbeiðshúsi og fyri “dárakistu”, t.e. ein
stovni fyri sinnissjúk. Stiftamtmaðurin
legði eina við, at munur skuldi vera á at vera
á tukthúsi (á Skansanum) og at vera á arb-
eiðshúsi (á Argjum). Almenningurin mátti
ikki fáa ta fatan, at tað var skomm ella revs-
ing at arbeiða á Argjahospitali.
Hugskotið um at gera arbeiðshús á Arg-
jahospitali hevði amtmaðurin fingið frá
Hveding løgmanni. Men stutt eftir tók løg-
maðurin hetta uppskot aftur; tað vildi kravt
uppíbygging, og hann helt tað ikki vera
ráðiligt at nýta peningaognina hjá Argja-
hospitali til so stóra íløgu, sum kravdist.18
Tað varð sostatt av ongum at gera nakað
meira á Argjahospitali, og brátt mistu teir
føroysku embætismenninir eisini hugin at
byggja tukthús. I mars 1776 skrivaði stift-
amtmaðurin Aðaltollkamarinum langt bræv,
ið er samanumtøka av upplýsingum og til-
mælum, hann hevði fíngið úr Føroyum. Tá
høvdu bæði løgmaður, fúti og kommand-
anturin Morrath ført fram, at tað fór at
verða ov dýrt at byggja tukthús, og mælt til
heldur at seta “løse og omløbende Betlere”
við ongum biddingarloyvi í Skansan ella
Portugálið at arbeiða. Stiftamtmaðurin
mælti somuleiðis til at fylgja uppskotinum
frá føroysku embætismonnunum um at seta
ein navngivnan umsjónarmann, ið skuldi
lønast partvíst av inntøkuni av fangavin-
nuni, partvíst av ognargrunninum hjá
Argjahospitali. Legði tó afturat, at yvir-
usjón átti fútin at hava, soleiðis at
umsjónarmaðurin ikki skuldi freistast til at
leggja meira arbeiði á fangarnar, enn teir
vóru mentir at gera.19
Orsøkin til, at teir føroysku embætis-