Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 20

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 20
18 TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR menninir so skjótt mistu hugin at byggja tukthús, kann - umframt tað fíggjarliga - hava verið, at kommandanturin á Skansan- um, Morrath, nú hevði verið tikin upp á ráð, og hann hevði aðrar ætlanir við Skansanum: at styrkja hann sum verju. Úrslitið varð, at § 12 í 1777-fyriskipanini fekk tað orðaljóð, sum stiftamtmaðurin skeyt upp: at “alle andre ledige og ufor- skammede Betlere, Mænd og Kvinder, gifte og ugifte ... skulle dømmes til Arbeide ved Skansen eller i Corps de Guarden i et halvt, et eller flere Aar efter Omstændighederne.” Treisk og ólýðin tænastufólk skuldu sam- bært §6 kunna dømast til fongsul upp á vatn og breyð, men ikki revsiarbeiði. Hetta kom tó ikki at verða seinasta orðið í málinum um tukthús á Skansanum. Tankin varð uppafturtikin í 1779; hesaferð vóru tað ikki teir føroysku embætismenninir, ið tóku stigið, men stiftamtmaðurin, ið nú var Brockenhuus, sum í 1776 var komin í staðin fyri Bang. 1 august 1779 skrivaði hann til løgmann og fúta og spurdi, hvat var vorðið av ætlanunum um at byggja tukthús. Hann vísti til 1777-fyriskipanina og minti á, at undanmaður hansara í sínari tíð hevði sent teimum reglugerð fyri Viborg Tukthús til fyrimyndar, og spurdi hvussu gekst við at svara spurningunum, sum Bang stiftamt- maður tá hevði sett teimum.20 Løgmaður og fútin svaraðu, at teir ikki høvdu slept ætlanini um tukthús á Skansan- um. Verandi rúm skuldu verða arbeiðsstov- ur fyri kvinnur og menn, og hartil var ætl- anin at byggja uppí til vaktarstovu og íbúð til ein tuktmeistara og konu hansara. Alt skuldi vera innan fyri virkisgarðin, ið varð laðaður um Skansan í 1761, meðan Morrath var kommandantur (1757-1782).21 Bygg- ingin, 13x8 alin, kundi figgjast við 300 gl. av peningaognini hjá Argjahospitali. Neyv- an var nakar føroyingur skikkaður at vera tuktmeistari, og teir hildu tað kundi verið ein loysn at funnið ein dana, sum hevði ver- ið í hertænastu og farin frá við eftirløn. Best var, um hann var giftur, tí so kundi konan tikið sær av teimum kvinnuligu fangunum. Viðvíkjandi guðstænastu hildu teir, at tað mátti havnarprestur kunna taka sær av, og tuktmeistarin - ella ein upplýstur havn- armaður - taka sær av dagligum bønarhaldi og sálmasangi. Fangamir skuldu eftir ætlan mala korn á hondkvørn, binda hosur, og hartil kunna leigast út til torvarbeiði, vegagerð o.tíl. fyri ásetta dagløn. Umframt tað skuldu teir savna grót til at byggja uppí, so hvørt sum tørvurin á húsarúmd vaks.22 Tey sum bundu hosur kundu fíngið ein setning, antin ávist tímatal urn dagin ella dagar pr. viku. Ullin skuldi verið av kongstíggjund og keypt fyri prís eftir handilstaksti. Tað nevnda uttandura arbeiðið skuldi verið við loyvi frá tuktmeistaranum og und- ir hansara umsjón. Tuktmeistarin skuldi eisini kunna áleggja fangunum at gera arb- eiði fyri privatfólk fyri løn. Tey, sum ikki vildu arbeiða, skuldu lleingjast við koyrli av vakthavandi soldáti undir uppsýni tukt- meistarans. Afturat sær skuldi tuktmeistarin havt ein mann um dagin og tríggjar um náttina at ansa eftir, at fangarnir ikki komu í klamma- rí, vóru ósketnir við eldi og ljósi o.tíl. Bæði løn hjá tuktmeistaranum og vaktarmonnun- um skuldi rindast av arbeiðsinntøku fang- anna, tuktmeistarin skuldi harumframt liava frí hús. Argjahospital skuldi møguliga rinda ein part av løn tuktmeistarans.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.