Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 20
18
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
menninir so skjótt mistu hugin at byggja
tukthús, kann - umframt tað fíggjarliga -
hava verið, at kommandanturin á Skansan-
um, Morrath, nú hevði verið tikin upp á ráð,
og hann hevði aðrar ætlanir við Skansanum:
at styrkja hann sum verju.
Úrslitið varð, at § 12 í 1777-fyriskipanini
fekk tað orðaljóð, sum stiftamtmaðurin
skeyt upp: at “alle andre ledige og ufor-
skammede Betlere, Mænd og Kvinder, gifte
og ugifte ... skulle dømmes til Arbeide ved
Skansen eller i Corps de Guarden i et halvt,
et eller flere Aar efter Omstændighederne.”
Treisk og ólýðin tænastufólk skuldu sam-
bært §6 kunna dømast til fongsul upp á vatn
og breyð, men ikki revsiarbeiði.
Hetta kom tó ikki at verða seinasta orðið
í málinum um tukthús á Skansanum. Tankin
varð uppafturtikin í 1779; hesaferð vóru tað
ikki teir føroysku embætismenninir, ið tóku
stigið, men stiftamtmaðurin, ið nú var
Brockenhuus, sum í 1776 var komin í staðin
fyri Bang. 1 august 1779 skrivaði hann til
løgmann og fúta og spurdi, hvat var vorðið
av ætlanunum um at byggja tukthús. Hann
vísti til 1777-fyriskipanina og minti á, at
undanmaður hansara í sínari tíð hevði sent
teimum reglugerð fyri Viborg Tukthús til
fyrimyndar, og spurdi hvussu gekst við at
svara spurningunum, sum Bang stiftamt-
maður tá hevði sett teimum.20
Løgmaður og fútin svaraðu, at teir ikki
høvdu slept ætlanini um tukthús á Skansan-
um. Verandi rúm skuldu verða arbeiðsstov-
ur fyri kvinnur og menn, og hartil var ætl-
anin at byggja uppí til vaktarstovu og íbúð
til ein tuktmeistara og konu hansara. Alt
skuldi vera innan fyri virkisgarðin, ið varð
laðaður um Skansan í 1761, meðan Morrath
var kommandantur (1757-1782).21 Bygg-
ingin, 13x8 alin, kundi figgjast við 300 gl.
av peningaognini hjá Argjahospitali. Neyv-
an var nakar føroyingur skikkaður at vera
tuktmeistari, og teir hildu tað kundi verið
ein loysn at funnið ein dana, sum hevði ver-
ið í hertænastu og farin frá við eftirløn. Best
var, um hann var giftur, tí so kundi konan
tikið sær av teimum kvinnuligu fangunum.
Viðvíkjandi guðstænastu hildu teir, at
tað mátti havnarprestur kunna taka sær av,
og tuktmeistarin - ella ein upplýstur havn-
armaður - taka sær av dagligum bønarhaldi
og sálmasangi.
Fangamir skuldu eftir ætlan mala korn á
hondkvørn, binda hosur, og hartil kunna
leigast út til torvarbeiði, vegagerð o.tíl. fyri
ásetta dagløn. Umframt tað skuldu teir
savna grót til at byggja uppí, so hvørt sum
tørvurin á húsarúmd vaks.22 Tey sum bundu
hosur kundu fíngið ein setning, antin ávist
tímatal urn dagin ella dagar pr. viku. Ullin
skuldi verið av kongstíggjund og keypt fyri
prís eftir handilstaksti.
Tað nevnda uttandura arbeiðið skuldi
verið við loyvi frá tuktmeistaranum og und-
ir hansara umsjón. Tuktmeistarin skuldi
eisini kunna áleggja fangunum at gera arb-
eiði fyri privatfólk fyri løn. Tey, sum ikki
vildu arbeiða, skuldu lleingjast við koyrli
av vakthavandi soldáti undir uppsýni tukt-
meistarans.
Afturat sær skuldi tuktmeistarin havt ein
mann um dagin og tríggjar um náttina at
ansa eftir, at fangarnir ikki komu í klamma-
rí, vóru ósketnir við eldi og ljósi o.tíl. Bæði
løn hjá tuktmeistaranum og vaktarmonnun-
um skuldi rindast av arbeiðsinntøku fang-
anna, tuktmeistarin skuldi harumframt liava
frí hús. Argjahospital skuldi møguliga rinda
ein part av løn tuktmeistarans.