Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 26
24
TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR
loysti seg at gera arbeiðsstovnin, ið hvussu
er mælti liann til at útseta tað. Og við tað at
arbeiðsskúlin var í sera ringum standi, mun-
aðu teir játtaðu 500 rd. einki til at seta hann
í stand. Hann mælti í staðin til at brúka
peningin til at byggja almúguskúla.42
Uppskotið um arbeiðsskúlan/tvingsuls-
arbeiðsstovnin varð lagt fyri Østifternes
Stænderforsamling. Eftir tað varð avgjørt at
broyta ætlanina: uppskotið um tvingsulsarb-
eiðsstovn fall burtur, og í staðin álegði
Danska kanselliið embætismonnunum í
Føroyum at meta um tørv á einum fátækra-
garði (Fattig-Arbeidshus) i staðin fyri arb-
eiðsskúla.43
I 1842 sendi Pløyen amtmaður svar til
Danske kanselliið. Hann var lítið hugaður
fyri fátækragarði og grundgav tað fyrst og
fremst við, at tað fór at vera ein tung fíggj-
arbyrði í mun til nyttuna. Royndirnar av at
selja framleiðslu frá Arbeiðsskúlanum
høvdu verið ringar tey seinnu árini. Søluinn-
tøkumar vóru smáar og svikaligar, og í øll-
um førum mátti ein slíkur stovnur hava al-
mennan stuðul og alskyns sersømdir frá handl-
inum fyri at mala runt figgjarliga. Høvuðs-
endamálið mátti vera at útvega arbeiði til
fátæk, ið ikki sjálv megnaðu at finna sær arb-
eiði, ogatsetaóvirknarfátækralimirtil nyttugt
arbeiði. Ein trupulleiki var, at nógv av hesum
fátæku vóru ikki arbeiðsfør. Pløyen skifti tey,
ið kundu hugsast at koma á stovnin, í 3 bólkar:
1) fávitskut og svøk, ió dugdu til okkurt arbeiði
og tí komu at vera búfastir limir (og tey vóru
sambært Pløyen upp á seg nógv í Føroyum).
2) fátæk, ið av sínum eintingum bóðu um at
sleppa á stovnin at arbeiða, og 3) fátækralimir,
ið ikki vildu arbeiða og tí vórðu noydd á stovn-
in at vera. Hann var ivasamur, um nakar, sum
ikki megnaði sjálvur at fínna arbeiði,
frívilliga fór at leita til stovnin. Tað fór at
valdast um, um, hvat arbeiði ið kom at vera
til taks, og um tey kundu fáa nakran vinning
burturúr. Hann mælti til, at fleiri sløg av arbeiði
skuldu vera i boði, serliga ullararbeiði og
ymiskt træarbeiði, tuflur, áratollar, leypar og
annað slíkt, sum kundi seljast antin í land-
inum ella til útflutning gjøgnum handilin. Men
samanumtikið hevði hann lítlar vónir um, at
stovnurin nakrantíð kundi fáast at bera seg
fíggjarliga. Og sum forsorgarstovnur vístu
útrokningar hansara, at eitt munandi størri
tal av fátækum kundu hjálpast við verandi
skipan fyri stuðli úr fátækrakassanum enn
teimum 6-8 fólkunum, sum kundu hýsast á
fátækragarðinum. At enda minti hann á
uppskot sítt frá 1840 um at nýta teir játtaðu
500 rd. til at byggja almúguskúlar.
Soleiðis endaði hetta uppskot um fátæk-
ragarð í ongum.
Fátækragarður í 1880unum
Tankin um ein fátækragarð spøkti aftur í
1880-árunum. Siðan 1840-árini var tá kom-
in nýggj fátækralóg, “Lov om Fattigvæ-
senet paa Færøerne” frá 22. mars 1855, sum
í størri mun staðfesti skyldu hins almenna
at syrgja fyri teim fátæku enn hin gamli
fátækrakassin frá 1767.
1 1884 sendi fátækranevndin í Havn Løg-
tinginum áheitan um at gera ein fátækragarð,
at skilja sum ein “Tvangs- og Arbejdsanstalt”,
ið skuldi vera fyri alt landið og sum “dels
ville bringe enkelte, der nu modtage Fat-
tighjælp, til at frasige sig denne for at undgaa
at blive indlagte paa Anstalten, og at den dels
vil kunne blive et ikke altfor afskrækkendc
Hjem for gamle og skrøbelige, samt at man