Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 26

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 26
24 TUKTHÚS, ARBEIÐSHÚS OG FÁTÆKRAGARÐUR loysti seg at gera arbeiðsstovnin, ið hvussu er mælti liann til at útseta tað. Og við tað at arbeiðsskúlin var í sera ringum standi, mun- aðu teir játtaðu 500 rd. einki til at seta hann í stand. Hann mælti í staðin til at brúka peningin til at byggja almúguskúla.42 Uppskotið um arbeiðsskúlan/tvingsuls- arbeiðsstovnin varð lagt fyri Østifternes Stænderforsamling. Eftir tað varð avgjørt at broyta ætlanina: uppskotið um tvingsulsarb- eiðsstovn fall burtur, og í staðin álegði Danska kanselliið embætismonnunum í Føroyum at meta um tørv á einum fátækra- garði (Fattig-Arbeidshus) i staðin fyri arb- eiðsskúla.43 I 1842 sendi Pløyen amtmaður svar til Danske kanselliið. Hann var lítið hugaður fyri fátækragarði og grundgav tað fyrst og fremst við, at tað fór at vera ein tung fíggj- arbyrði í mun til nyttuna. Royndirnar av at selja framleiðslu frá Arbeiðsskúlanum høvdu verið ringar tey seinnu árini. Søluinn- tøkumar vóru smáar og svikaligar, og í øll- um førum mátti ein slíkur stovnur hava al- mennan stuðul og alskyns sersømdir frá handl- inum fyri at mala runt figgjarliga. Høvuðs- endamálið mátti vera at útvega arbeiði til fátæk, ið ikki sjálv megnaðu at finna sær arb- eiði, ogatsetaóvirknarfátækralimirtil nyttugt arbeiði. Ein trupulleiki var, at nógv av hesum fátæku vóru ikki arbeiðsfør. Pløyen skifti tey, ið kundu hugsast at koma á stovnin, í 3 bólkar: 1) fávitskut og svøk, ió dugdu til okkurt arbeiði og tí komu at vera búfastir limir (og tey vóru sambært Pløyen upp á seg nógv í Føroyum). 2) fátæk, ið av sínum eintingum bóðu um at sleppa á stovnin at arbeiða, og 3) fátækralimir, ið ikki vildu arbeiða og tí vórðu noydd á stovn- in at vera. Hann var ivasamur, um nakar, sum ikki megnaði sjálvur at fínna arbeiði, frívilliga fór at leita til stovnin. Tað fór at valdast um, um, hvat arbeiði ið kom at vera til taks, og um tey kundu fáa nakran vinning burturúr. Hann mælti til, at fleiri sløg av arbeiði skuldu vera i boði, serliga ullararbeiði og ymiskt træarbeiði, tuflur, áratollar, leypar og annað slíkt, sum kundi seljast antin í land- inum ella til útflutning gjøgnum handilin. Men samanumtikið hevði hann lítlar vónir um, at stovnurin nakrantíð kundi fáast at bera seg fíggjarliga. Og sum forsorgarstovnur vístu útrokningar hansara, at eitt munandi størri tal av fátækum kundu hjálpast við verandi skipan fyri stuðli úr fátækrakassanum enn teimum 6-8 fólkunum, sum kundu hýsast á fátækragarðinum. At enda minti hann á uppskot sítt frá 1840 um at nýta teir játtaðu 500 rd. til at byggja almúguskúlar. Soleiðis endaði hetta uppskot um fátæk- ragarð í ongum. Fátækragarður í 1880unum Tankin um ein fátækragarð spøkti aftur í 1880-árunum. Siðan 1840-árini var tá kom- in nýggj fátækralóg, “Lov om Fattigvæ- senet paa Færøerne” frá 22. mars 1855, sum í størri mun staðfesti skyldu hins almenna at syrgja fyri teim fátæku enn hin gamli fátækrakassin frá 1767. 1 1884 sendi fátækranevndin í Havn Løg- tinginum áheitan um at gera ein fátækragarð, at skilja sum ein “Tvangs- og Arbejdsanstalt”, ið skuldi vera fyri alt landið og sum “dels ville bringe enkelte, der nu modtage Fat- tighjælp, til at frasige sig denne for at undgaa at blive indlagte paa Anstalten, og at den dels vil kunne blive et ikke altfor afskrækkendc Hjem for gamle og skrøbelige, samt at man
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200
Síða 201
Síða 202
Síða 203
Síða 204
Síða 205
Síða 206
Síða 207
Síða 208
Síða 209
Síða 210
Síða 211
Síða 212

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.