Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 70

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 70
68 NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM 1.0 INNGANGUR 1.1 Grundarlag Sum ofta er, tá málfrøðilig rannsókn verður gjørd, hevur tilfarið, ið varð savnað inn til master-ritgerð hjá undirritaðu, eisini víst seg at hava í sær nógv onnur áhugaverd málslig fyribrigdi enn tey, ið tá vóru í mið- deplinum. Av tí, at heimildarfólkini sluppu at tosa frítt um tey mál, ið vórðu sett í spurnablaðið til teirra, hendi júst tað, ið Bames sigur ofta fer at henda, at tey tosaðu: “completely oblivious to the linguistic problems they might be causing or solving” (fulkomiliga leys av teimum málsligu trup- ulleikunum, sum tey kundu rent seg í ella loyst) (Barnes, 2001:12). Við at kanna ljóð- filumar gjørdist eg varug við eitt frámerki, ið kom fram, tá tey bæði hjálparsagnorðini blíva og verða vórðu nýtt, og forvitin eftir at fáa meir at vita um, hvussu og hvar tey koma fyri í føroyskum fyri vónandi at koma við eini frágreiðing um hví, tað er komið. 1.2 Stutt um føroysku málsøguna Sum sammetingarstøði fyri ymiskt av tí, ið verður umrøtt í greinini, skal málsøgan i stuttum verða umrødd her. Norskir víkingar komu til Føroyar í 9. øld og búsettust har sum frælsir menn, seinni komu føroyingar at gjalda skatt til Noreg. Eftir Kalmar-friðin í 1380 gjørdust oyggjarnar, saman við Noregi, ein partur av stórveldinum, og seinri, eftir 1536, ein partur av dansk-norska ríkinum. Sum í Noregi varð málið í Føroyum undir stórum trýsti av donskum tey næstu fleiri 100 árini, og hetta helt fram við alt vaksandi megi langt inn í 20. øld. Við tjóðskaparrørsluni í 1800- talinum kom málið í miðdepilin til at byggja tjóð og samleika, tó ikki uttan mikið stríð slapp móðurmálið inn um skúlagátt í 1912. Men ikki fyrr enn í 1937 gjørdist tað undir- vísingarmál, men við teirri treyt, at danskt skuldi framvegis lærast “bæði væl og virði- liga”, ein lóggáva, ið framvegis er í gildi (Heimastýrislógin § 11). Føroyska málið doyði aldri út, og hevur tí føroyska samfelagið gjøgnum øldir verið eitt serkent (klassiskt) tvímálsligt samfelag, við føroyska málinum í málleivdarstøðu (substratum-støðu), með- an tungumál stýrisharrana var í yvirvalds- lutastøðu (superstratum-støðuni). Arinið utt- aneftir á føroyska málið hevur verið øtiligt, báði frá yvirvaldslutamálinum (superstrat- um-málinum) og øðrum grannamálum. Fram gjøgnum 20. øld hevur føroyskt havt gleðiliga framgongd og vunnið fram á so at siga øllum økjum í samfelagnum. Síðan málið gjørdist skúlamál, er tíbetur tilfarið av bókmentum vaksið javnt, kanska serliga eftir 1970-árini. Arbeiðið við mál- røkt hevur eisini gingið framá hesi seinastu árini. Móti aldarmótinum tykist fólkið at vera meira tilvitað um móðurmálið og støðu tess. Ikki er óhugsandi, at tey heldur vána- ligu stjórnmálsligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í 1990-árunum hava gjørt sítt í hesum høpi, men eisini man til- vitanin um ta nógv umrøddu alheimsgerð- ina og støðuna hjá tungumálinum hjá einari fámentari tjóð hava havt sína ávirkan. 1.3 Eitt sindur um blíva í Húsavíkar- brøvunum Síðani síðst í 14. øld, tá Føroyar, saman við Noregi, gjørdust partur av danska ríkinum, og heilt fram í 19. øld við tjóðskaparligari veking, er lítið til av skrivligum tilfari á før- oyskum. Av tí, sum er til, eru nevniliga
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.