Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 70
68
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
1.0 INNGANGUR
1.1 Grundarlag
Sum ofta er, tá málfrøðilig rannsókn verður
gjørd, hevur tilfarið, ið varð savnað inn til
master-ritgerð hjá undirritaðu, eisini víst
seg at hava í sær nógv onnur áhugaverd
málslig fyribrigdi enn tey, ið tá vóru í mið-
deplinum. Av tí, at heimildarfólkini sluppu
at tosa frítt um tey mál, ið vórðu sett í
spurnablaðið til teirra, hendi júst tað, ið
Bames sigur ofta fer at henda, at tey tosaðu:
“completely oblivious to the linguistic
problems they might be causing or solving”
(fulkomiliga leys av teimum málsligu trup-
ulleikunum, sum tey kundu rent seg í ella
loyst) (Barnes, 2001:12). Við at kanna ljóð-
filumar gjørdist eg varug við eitt frámerki,
ið kom fram, tá tey bæði hjálparsagnorðini
blíva og verða vórðu nýtt, og forvitin eftir at
fáa meir at vita um, hvussu og hvar tey
koma fyri í føroyskum fyri vónandi at koma
við eini frágreiðing um hví, tað er komið.
1.2 Stutt um føroysku málsøguna
Sum sammetingarstøði fyri ymiskt av tí, ið
verður umrøtt í greinini, skal málsøgan i
stuttum verða umrødd her. Norskir víkingar
komu til Føroyar í 9. øld og búsettust har sum
frælsir menn, seinni komu føroyingar at gjalda
skatt til Noreg. Eftir Kalmar-friðin í 1380
gjørdust oyggjarnar, saman við Noregi, ein
partur av stórveldinum, og seinri, eftir 1536,
ein partur av dansk-norska ríkinum. Sum í
Noregi varð málið í Føroyum undir stórum
trýsti av donskum tey næstu fleiri 100 árini,
og hetta helt fram við alt vaksandi megi langt
inn í 20. øld. Við tjóðskaparrørsluni í 1800-
talinum kom málið í miðdepilin til at byggja
tjóð og samleika, tó ikki uttan mikið stríð
slapp móðurmálið inn um skúlagátt í 1912.
Men ikki fyrr enn í 1937 gjørdist tað undir-
vísingarmál, men við teirri treyt, at danskt
skuldi framvegis lærast “bæði væl og virði-
liga”, ein lóggáva, ið framvegis er í gildi
(Heimastýrislógin § 11). Føroyska málið
doyði aldri út, og hevur tí føroyska samfelagið
gjøgnum øldir verið eitt serkent (klassiskt)
tvímálsligt samfelag, við føroyska málinum
í málleivdarstøðu (substratum-støðu), með-
an tungumál stýrisharrana var í yvirvalds-
lutastøðu (superstratum-støðuni). Arinið utt-
aneftir á føroyska málið hevur verið øtiligt,
báði frá yvirvaldslutamálinum (superstrat-
um-málinum) og øðrum grannamálum.
Fram gjøgnum 20. øld hevur føroyskt
havt gleðiliga framgongd og vunnið fram á
so at siga øllum økjum í samfelagnum.
Síðan málið gjørdist skúlamál, er tíbetur
tilfarið av bókmentum vaksið javnt, kanska
serliga eftir 1970-árini. Arbeiðið við mál-
røkt hevur eisini gingið framá hesi seinastu
árini. Móti aldarmótinum tykist fólkið at
vera meira tilvitað um móðurmálið og støðu
tess. Ikki er óhugsandi, at tey heldur vána-
ligu stjórnmálsligu viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark í 1990-árunum hava
gjørt sítt í hesum høpi, men eisini man til-
vitanin um ta nógv umrøddu alheimsgerð-
ina og støðuna hjá tungumálinum hjá einari
fámentari tjóð hava havt sína ávirkan.
1.3 Eitt sindur um blíva í Húsavíkar-
brøvunum
Síðani síðst í 14. øld, tá Føroyar, saman við
Noregi, gjørdust partur av danska ríkinum,
og heilt fram í 19. øld við tjóðskaparligari
veking, er lítið til av skrivligum tilfari á før-
oyskum. Av tí, sum er til, eru nevniliga