Fróðskaparrit - 01.01.2007, Síða 71
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
69
Húsavíkar-brøvini frá 1403 - 1407 eitt tað
størsta samanhangandi tekstasavnið, sum
gevur eina mynd av føroyska málinum fyrst
í 15. øld. I einum av brøvunum er eitt dømi
um blíva við sagnarorðinum: “...okfra bleif
hon deydh..“ (Thomsen, 1985:44), eitt
dømi, ið ofta hevur verið tikið til sum prógv
um, at orðið er gamalt í føroyskum. Sam-
bært Markey hevði sagnorðið í hesum formi
eina merking, ið svarar til tað enska ‘be-
come’, t.v.s. ein háttur úr miðal-lágtýskum/
miðal-hollendskum ‘dot bliven’ (Markey,
1969:193).
At orðið er gamalt í føroyskum kann
kortini ikki sigast bert við hesum einstaka
dønri sum grund. T.d. er orðið ikki tikið upp
í íslendska orðatilfeingið, og kortini hevur
orðabók Fritzners (1867) blíf 'a við í gomlum
íslendskum úr 15. øld. Út frá tí, vit í dag vita
um undankomu hjá føroyska málinum,
kunnu vit siga fyri toluliga vist, at donsk-
norsk orð ikki mundu verða tikin inn í málið
við ógvusligari ferð ta fyrstu tíðina. Úr øðr-
um samfeløgum, sum hava málsligt sam-
band, hava vísindaligar kanningar víst, at
tørvurin á tøkuorðum ikki fyrst og fremst
ger seg galdandi innan bundnu orðaflokk-
arnar, sum t.d. sagnorð, fyrisetingarorð
° s.fr., men heldur innan frøðiheiti har
uióttøkumálið sjálvt hevur iklci nóg góð ella
als eingi heiti á tí økinum í orðasavni sín-
um. Tað verður soleiðis at stríða ímóti kend-
um málfrøðiligum ástøði at siga, at avleið-
'ngin av málsambandinum millum føroyskt
°g danskt-norskt varð, at málið frá fyrsta
degi tók í seg orð inn í teir bundnu orða-
Hokkarnar sum eitt nú hjálparsagnorð og
bindi 1 iðasagnorð (kopulasagnorð).
Viðvíkjandi miðal-lágtýska ‘bliven’ í
Norðurlendskum málum finna vit somu
hugsan hjá Markey (1969: 192). Vit eiga
harumframt at minnast til at bispasetrið í
Kirkjubø (niðurlagt i 1540) var einasta frá-
lærupláss i Føroyum. Antin rithøvundin av
Húsavíkar-brøvunum hevði lært seg at
skriva har ella í Noregi, so var lærumeistari
hansara norskur. Tað er tí sannlíkt, at hann
hevur tikið orðið við sær haðani, har mál-
ávirkan úr bæði donskum og lágtýskum var
stór, og har nýtsla av lágtýskum eisini gav
samfelagsliga virðing (Markey, 1969:194).
Vanligi føroyingurin haraftur ímóti lærdi
hvørki at skriva ella lesa, og kom tí ikki
undir tílíka málsliga ávirkan úr norskum/
donskum/lágtýskum. Sostatt verður tað
óskilvíst at gera ta niðurstøðu, at sagnorðið
bliva skuldi vera vanligt tøkuorð i føroysk-
um longu fyrst í 15. øld.
Eftir hesum at døma er hetta sagnorðið
helst komið inn í dagligt talumál so seint
sum, tá danska ávirkanin gjørdist ovurstór
eftir 1840 við skúlaskyldu fyri øll. Danskt
gjørdist tá einasta mál í frálæmni, ja, einasta
mál í øllum samskifti í skúlanum.
2.0 Ástøði og Háttaløg
2.1 Astøði og háttaløg
Tilfarið til greinina er at finna á ljóðfílum
av samrøðum við 118 heimildarfólk (um-
leið 30 tímar), ið vórðu gjørdar í sambandi
við ta fyrr umrøddu master-ritgerðina.
Rannsóknararbeiðið varð gjørt við bók Mil-
roy & Gordons til málfrøðikanningar í hond
(Milroy, 2003). Tað verkið lýsir málfrøðilig
háttaløg og byggir á víttfevnandi royndir
innan samfelagsmálfrøðiligt arbeiði. Bókin
varð fyrst og fremst vald orsakað av áhuga-
verdu rannsóknunum hjá Milroy í Belfast,