Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 72

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 72
70 NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM ið kunnu samanberast við rannsóknina fyri ritgerðina um enska árinið á føroyskt mál. Háttalagið hevur verið at greina tær 118 samrøðurnar afturum aftur við ongum øðr- um í miðdeplinum enn nýtsluni av blíva og verða, t.v.s., at dømi eru tikin úr samrøð- unum fyri at spyrja 12 av heimildarfólk- unum (10%) um møguliga merking og góð- kenning. Harafturat eru nýggj dømi gjørd við tí sama í hyggju. Dømi og spurningar vórðu send í telduposti, og síðan varð farið afturumaftur við eini telefonsamrøðu. Heimildarfólkini til hesar royndir vórðu vald út frá tí, at tey høvdu víst ritgerðini ser- ligan áhuga og arbeiðnum viðvíkjandi henni, samstundis sum tey buðu seg til at hjálpa, um tørvur skuldi verið seinri. 2.2 Vísindaligframseting (tesa) Við at kanna tilfarið gjølla, sást eitt mynstur at koma fram, ið talar fyri, at heimildar- fólkini ikki nýttu sagnorðini tilvildarliga. Eitt týðiligt mynstur í orðavali hjá heimild- arfólkum millum samnevni kann í summum førum geva eina ábending um, at orðini ikki starva sum samnevni til fulnar, í øðrum førum kann tað hava við málslig samfelags- viðurskifti at gera. Um sama mynstur kem- ur fram í serliga ólíkum bólkum, kann tað vera hetta, sum ger seg galdandi, at orðini kortini ikki hava sama beinrakna virði. Til nevndu ritgerð gjørdi eitt sjónligt mynstur seg galdandi viðvíkjandi blíva og verða í øllum bólkum: (a) skúlaungdómur/ vaksin/ eldri, (b) fólk við útbúgving heiman mót- vegis fólki við minst fimm ára útbúgving uttanlands, og (c) menn mvs. kvinnum. Tí var helst hugsandi, at tað mundu ikki vera fyrst og fremst samfelagsviðurskifti, ið gjørdu av, hvat orð tey valdu sær. Kortini kann bert ein gjølligari kanning og útgrein- ing av dømum úr tilfarinum siga okkum meir, og mega dømini roynast saman við nýggjum dømum fyri at vísa, um tað eru merkingarligir (semantiskir) munir sagn- orðanna millum, ið ávirka orðavalið. 2.3 Avmarkingar Sum nevnt omanfyri, skulu kanningarúrslit í nútíðar munnligum føroyskum viðgerast her. Tað er greitt, at higartil hava ongar mongdkanningar verið gjørdar viðvíkjandi hesum báðum orðunum, og hvussu tey koma fyri í føroyskum. (Egið brævaskifti við fólk á Fróðskaparsetri Føroya og í Málnevndini, apríl 2007.) Av somu orsøk er ikki gjørligt at samanbera við onnur kann- ingar-úrslit um sama evni. Ein samanbering við íslendskt verður heldur ikki gjørd, við tað at blíva ikki er tikið inn í íslendska orðatilfeingið, hvørki skrivligt ella munnligt. Jóhanna Barðdal professari við Nordisk institutt á Bergens universiteti váttar hesum í stuttum bræva- skifti í mai 2007. Ástøðiliga kundi eitt merkingarligt frá- brigdi millum hesi bæði orðini verið íkomið í ný-norskum, av tí at málið hevur bæði bli og verte í orðatilfeinginum. Sambært Sand- øy professara vita vit kortini einki um, at tílík ymisk merking er til, og tískil verða sagnorðini bæði mett og viðgjørd sum sam- nevni í ný-norskum. Niðurstøðan verður grundað á tað eftirfylgjandi: (i) mállærubøkur og bókmentir, ið lýsa málið, viðgera sagnorðini sum samnevni, sí m.a. Kjell Venás, ið javnmetir ‘bli’ og ‘verte’ (Venás 1967:22).
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.