Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 72
70
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
ið kunnu samanberast við rannsóknina fyri
ritgerðina um enska árinið á føroyskt mál.
Háttalagið hevur verið at greina tær 118
samrøðurnar afturum aftur við ongum øðr-
um í miðdeplinum enn nýtsluni av blíva og
verða, t.v.s., at dømi eru tikin úr samrøð-
unum fyri at spyrja 12 av heimildarfólk-
unum (10%) um møguliga merking og góð-
kenning. Harafturat eru nýggj dømi gjørd
við tí sama í hyggju. Dømi og spurningar
vórðu send í telduposti, og síðan varð farið
afturumaftur við eini telefonsamrøðu.
Heimildarfólkini til hesar royndir vórðu
vald út frá tí, at tey høvdu víst ritgerðini ser-
ligan áhuga og arbeiðnum viðvíkjandi
henni, samstundis sum tey buðu seg til at
hjálpa, um tørvur skuldi verið seinri.
2.2 Vísindaligframseting (tesa)
Við at kanna tilfarið gjølla, sást eitt mynstur
at koma fram, ið talar fyri, at heimildar-
fólkini ikki nýttu sagnorðini tilvildarliga.
Eitt týðiligt mynstur í orðavali hjá heimild-
arfólkum millum samnevni kann í summum
førum geva eina ábending um, at orðini ikki
starva sum samnevni til fulnar, í øðrum
førum kann tað hava við málslig samfelags-
viðurskifti at gera. Um sama mynstur kem-
ur fram í serliga ólíkum bólkum, kann tað
vera hetta, sum ger seg galdandi, at orðini
kortini ikki hava sama beinrakna virði. Til
nevndu ritgerð gjørdi eitt sjónligt mynstur
seg galdandi viðvíkjandi blíva og verða í
øllum bólkum: (a) skúlaungdómur/ vaksin/
eldri, (b) fólk við útbúgving heiman mót-
vegis fólki við minst fimm ára útbúgving
uttanlands, og (c) menn mvs. kvinnum. Tí
var helst hugsandi, at tað mundu ikki vera
fyrst og fremst samfelagsviðurskifti, ið
gjørdu av, hvat orð tey valdu sær. Kortini
kann bert ein gjølligari kanning og útgrein-
ing av dømum úr tilfarinum siga okkum
meir, og mega dømini roynast saman við
nýggjum dømum fyri at vísa, um tað eru
merkingarligir (semantiskir) munir sagn-
orðanna millum, ið ávirka orðavalið.
2.3 Avmarkingar
Sum nevnt omanfyri, skulu kanningarúrslit
í nútíðar munnligum føroyskum viðgerast
her. Tað er greitt, at higartil hava ongar
mongdkanningar verið gjørdar viðvíkjandi
hesum báðum orðunum, og hvussu tey
koma fyri í føroyskum. (Egið brævaskifti
við fólk á Fróðskaparsetri Føroya og í
Málnevndini, apríl 2007.) Av somu orsøk er
ikki gjørligt at samanbera við onnur kann-
ingar-úrslit um sama evni.
Ein samanbering við íslendskt verður
heldur ikki gjørd, við tað at blíva ikki er
tikið inn í íslendska orðatilfeingið, hvørki
skrivligt ella munnligt. Jóhanna Barðdal
professari við Nordisk institutt á Bergens
universiteti váttar hesum í stuttum bræva-
skifti í mai 2007.
Ástøðiliga kundi eitt merkingarligt frá-
brigdi millum hesi bæði orðini verið íkomið
í ný-norskum, av tí at málið hevur bæði bli
og verte í orðatilfeinginum. Sambært Sand-
øy professara vita vit kortini einki um, at
tílík ymisk merking er til, og tískil verða
sagnorðini bæði mett og viðgjørd sum sam-
nevni í ný-norskum. Niðurstøðan verður
grundað á tað eftirfylgjandi:
(i) mállærubøkur og bókmentir, ið lýsa
málið, viðgera sagnorðini sum samnevni, sí
m.a. Kjell Venás, ið javnmetir ‘bli’ og ‘verte’
(Venás 1967:22).