Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 84
82
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINl
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRl í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
áður sagt: henda sannroynd gjørdi tað
áhugavert at kanna meir nágreiniliga, um
hugsast kann, at merkingarmunur er at finna
millum tey bæði sagnorðini blíva og verða.
5.2 Merkingarmunur millum blíva og
verða? Tað, ið erfunnið í einfaldari
mitíð
Tað varð grundað yvir, um nýtslan í einfald-
ari nútíð ikki mundi kunna geva svar uppá
spurningin, um merkingarmunur er millum
blíva og verða. Sambært ritmyndunum 1 og
2 tykist kappingin jøvn við fyrsta eygna-
bragd. Eins og hevur verið gjørt omanfyri,
var neyðugt at finna meir ítøkiligt fram við
at kanna umhvørvið rundan um sagnorðið.
Mynd 4 sýnir eitt úrval við tíggju dømum
av hvørjum sagnorðinum.
Hitt fyrsta parið í Mynd 4, Nr. 1 og 11
er sett upp lið um lið fyri at sammeta tey
beinleiðis.
Heimildarfólkið í Nr. 1 svarar upp á
spurningin um, hvat hann sjálvur vil siga
um móðurmáls-kunnleika sín. Inngangur av
svarinum var tað, ið verður siterað, og
síggja vit, at við at nýta tíðarhjáorðið alla
tíðina, tekur hann framtíð uppí, hóast form-
liga tíðin er nútíð. Við øðrum orðum er hetta
ikki ein tilgongd, ið skal byrjast seinri, hon
er longu byrjað og vil halda á frameftir.
Altso eitt serkent norðurlendskt mynstur í
nútíð við báði nútíðar og framtíðar merking.
Eisini er hetta dømi um nýtslu av tíðar-
sagnorði, sum leggur afturat varandi leiti.
í Nr. 11 sigur heimildarfólkið frá um
minkandi ávirkan úr donskum, samstundis
sum enskt sigst at vera komið í staðin. Sam-
anborið við tað fyrra dømið, fáa vit her
kenslu av framtíð, tó uttan tíðarhjáorð. Eis-
ini er hetta dømi um formliga nútíð fyri at
málbera framtíð. A eini tíðarrás kunnu
framsagnirnar báðar lýsast sum í Mynd 5.
Vit kunnu siga at í Nr. I vinstrumegin
‘nútíðar-sjónarhornið’ er nakað, ið verður
framborið óbeinleiðis um móðurmálskunn-
leika røðarans: ein tilgongd er longu íkom-
in, hon byrjaði ikki beint nú, og hann, ið
tosar væntar, at hon fer at halda á frameftir.
Hin vegin, í Nr. II hevur heimildarfólk-
ið eitt lítið uppískoyti: trúgvi eg. Við hesum
sigur hann nakað um, hvat hann væntar sær
fyri framman: sum frá líóur verður minni og
minni donsk ávirkan, og meir og meir ensk.
Sagnorðió, ið lýsir gongdina er blíva. Døm-
ið styðjar undir uppáhald um eina byrjanar-
sagnorðamerking av blíva samanborið við
verða. Tað hoyrir kortini uppí at peika á
donsku ávirkanina í setninginum annars:
(1) trúgvi eg er ein danisma, har føroyskt hev-
ur aðrar møguleikar at siga frá um hugsan,
væntan, persónligari meining, o.s.fr.: halda ella
vænta. Harumframt hava hesi bæði frábrigdi av
. ‘nútíðar-sjónarhornið’
Nr. 1) ....tað verður betri alla tíðina... :
Nr. 11) ...men tað trúgvi eg hlívur minni 0.
oe tað blívur meir o? me.ir ensk ávirkan...
Mynd 5