Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 86

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 86
84 NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM heldur ikki var so. Eisini her verður nakað sagt um varandi støðu við tað, at heimild- arfólkið sigur seg vóna, at tungumálið verð- ur verandi føroyskt. I høgra teiginum finna vit dømini 13 til 16, sum siga okkurt um aldur og broyting. Av umhvørvinum skilst, at eisini Nr. 17 hevur somu málfrøðiligu merking, t.v.s., at børnini gerast passiv av at sita nógv framm- an fyri sjónvarpi og teldu. í Nr. 12 er tos um at taka fremmand orð inn í málið uttan um- hugsan. Heimildarfólki sigur, at tá fremm- and orð verða tikin inn, kemur ‘fløkja’ í, eft- irsum fremmandu orðini ofta ikki bendast í kyn og fall. Bæði hesi hava, eins og 13 - 16 merking av gongd frá eini støðu til eina aðra. Heimildarfólki í Nr. 18 tosar um varð- veitslu av málinum og, at vi samstundis eiga at ansa eftir at vit ikki gera so at málið verður ov stirvi. Hon sigur ikki, at soleiðis er longu vorðið ella í ferð við at verða, men hon kemur heldur við ávaring um at mál- røktin ikki eigur at fylgja einari setu, ið fer at hava hettar við sær. Nr. 20 snúði seg um ‘gott føroyskt’, og sigur heimildarfólki, at tá hann hoyrir væl tosað føroyskt, gerst hann glaður. Dømi Nr. 19 er heldur ógreitt. Umhvørv- ið í setninginum sigur einki um hvørki nútíð ella framtíð, og vit fáa heldur varhugan av, at báðar tíðirnar eru við, eins og vera man í flest øllum dømunum við verða í vinstra teigi. Her varnast vit eisini danismuna alíkavæl, ið ikki verður nýtt í ti skrivliga. Hetta dømi er tikið við sum eitt av teimum fáu við blíva, ið er í tilfarinum í einfaldari nútíð, og har tað at vísa seg eru somu hjá- týdningar sum við verða, t.v.s. við luteind- um av báði nútíð og framtíð. Kortini er hetta meir eitt undantak enn eitt eyðkenni fyri tað, ið er at finna i tilfarinum. Títtleikin av blíva i formligari nútíð fyri at málbera seg um framtíð uttan varandi leiti saman við evarska fáu dømunum av verða í somu støðu, er áhugaverdasta fyri- brigdi í hesum partinum av viðgerðini. Hesi sermerki vóru so mikið eyðsýnd, at neyðugt var at venda aftur til 12 heimildarfólk fyri at spyrja um hugsan teirra um munin millum blíva og verða í nútíð. Flest øll av teimum máttu fyrst fáa eina gjølliga frágreiðing um, at ikki varð spurt um blíva eigur at verða útihýst úr føroyskum ella ikki. Fyri en part av heimildarfólkunum varð hetta ein spurn- ingur, ið var ringur at leggja til síðis. Tá tað kortini gjørdist greitt, at lítla kanningin ikki snúði seg um ‘ringt’, ‘gott’ ella ‘rætt’ mál, men hvat tey sjálv løgdu í merkingina av blíva mótvegis verða, komu áhugaverdu svarini undan kavi. Tey allarflestu høvdu, sum rímiligt er, ikki hugsað um spurningin fyrr enn nú, og var tískil fyrsta uppskot hjá umleið helm- inginum, at munurin mátti vera millum formligt og óformligt mál. Har hoyrir so verða til, sum fyrr nevnt, i fyrra bólki. Áhugaverdari er at leggja til merkis, at sjey av hesum 12 søgdu beinleiðis, at ‘blíva er meir um framtíð’, og ein teirra nýtti heitið ‘futuristiskt’. Eitt av heimildarfólkunum, ið má sigast at vera meir enn miðal áhugaður í máls- ligum spurningum (eisini eftir føroyskum viðurskiftum) viðgekk, at hann hevði aldri hugsað um, hví hann annan vegin ‘aldri’ nýtir verða fyri at tosa um t.d., tá børnini verða stór, eldri, vaksin, o.s.fr., hóast hann
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.