Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 86
84
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
heldur ikki var so. Eisini her verður nakað
sagt um varandi støðu við tað, at heimild-
arfólkið sigur seg vóna, at tungumálið verð-
ur verandi føroyskt.
I høgra teiginum finna vit dømini 13 til
16, sum siga okkurt um aldur og broyting.
Av umhvørvinum skilst, at eisini Nr. 17
hevur somu málfrøðiligu merking, t.v.s., at
børnini gerast passiv av at sita nógv framm-
an fyri sjónvarpi og teldu. í Nr. 12 er tos um
at taka fremmand orð inn í málið uttan um-
hugsan. Heimildarfólki sigur, at tá fremm-
and orð verða tikin inn, kemur ‘fløkja’ í, eft-
irsum fremmandu orðini ofta ikki bendast í
kyn og fall. Bæði hesi hava, eins og 13 - 16
merking av gongd frá eini støðu til eina
aðra.
Heimildarfólki í Nr. 18 tosar um varð-
veitslu av málinum og, at vi samstundis
eiga at ansa eftir at vit ikki gera so at málið
verður ov stirvi. Hon sigur ikki, at soleiðis
er longu vorðið ella í ferð við at verða, men
hon kemur heldur við ávaring um at mál-
røktin ikki eigur at fylgja einari setu, ið fer
at hava hettar við sær. Nr. 20 snúði seg um
‘gott føroyskt’, og sigur heimildarfólki, at
tá hann hoyrir væl tosað føroyskt, gerst
hann glaður.
Dømi Nr. 19 er heldur ógreitt. Umhvørv-
ið í setninginum sigur einki um hvørki nútíð
ella framtíð, og vit fáa heldur varhugan av,
at báðar tíðirnar eru við, eins og vera man í
flest øllum dømunum við verða í vinstra
teigi. Her varnast vit eisini danismuna
alíkavæl, ið ikki verður nýtt í ti skrivliga.
Hetta dømi er tikið við sum eitt av teimum
fáu við blíva, ið er í tilfarinum í einfaldari
nútíð, og har tað at vísa seg eru somu hjá-
týdningar sum við verða, t.v.s. við luteind-
um av báði nútíð og framtíð. Kortini er
hetta meir eitt undantak enn eitt eyðkenni
fyri tað, ið er at finna i tilfarinum.
Títtleikin av blíva i formligari nútíð fyri
at málbera seg um framtíð uttan varandi
leiti saman við evarska fáu dømunum av
verða í somu støðu, er áhugaverdasta fyri-
brigdi í hesum partinum av viðgerðini. Hesi
sermerki vóru so mikið eyðsýnd, at neyðugt
var at venda aftur til 12 heimildarfólk fyri at
spyrja um hugsan teirra um munin millum
blíva og verða í nútíð. Flest øll av teimum
máttu fyrst fáa eina gjølliga frágreiðing um,
at ikki varð spurt um blíva eigur at verða
útihýst úr føroyskum ella ikki. Fyri en part
av heimildarfólkunum varð hetta ein spurn-
ingur, ið var ringur at leggja til síðis. Tá tað
kortini gjørdist greitt, at lítla kanningin ikki
snúði seg um ‘ringt’, ‘gott’ ella ‘rætt’ mál,
men hvat tey sjálv løgdu í merkingina av
blíva mótvegis verða, komu áhugaverdu
svarini undan kavi.
Tey allarflestu høvdu, sum rímiligt er,
ikki hugsað um spurningin fyrr enn nú, og
var tískil fyrsta uppskot hjá umleið helm-
inginum, at munurin mátti vera millum
formligt og óformligt mál. Har hoyrir so
verða til, sum fyrr nevnt, i fyrra bólki.
Áhugaverdari er at leggja til merkis, at sjey
av hesum 12 søgdu beinleiðis, at ‘blíva er
meir um framtíð’, og ein teirra nýtti heitið
‘futuristiskt’.
Eitt av heimildarfólkunum, ið má sigast
at vera meir enn miðal áhugaður í máls-
ligum spurningum (eisini eftir føroyskum
viðurskiftum) viðgekk, at hann hevði aldri
hugsað um, hví hann annan vegin ‘aldri’
nýtir verða fyri at tosa um t.d., tá børnini
verða stór, eldri, vaksin, o.s.fr., hóast hann