Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Síða 97
edit bugge og jógvan í lon jacobsen
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli
1. Inngangur
Endamálið við hugburðskanningum er at kanna ómedvitaðan hugburð til
dialektala variatión, og sostatt at avdúka møguliga orsøk til málbroyting.1
Her fara vit at viðgera úrslitini frá eini føroyskari grímukanning, sum
varð gjørd í 2015, har ið vit kannaðu ómedvitaðan hugburð til dialektala
variatión í føroyskum.2 Orsøkin til at ómedvitaður hugburður er áhuga -
verdur at kanna er, at tá ið fólk eru medvitað um, at tey verða spurd um
hugburð til mál, eru reaktiónirnar ofta litaðar av tí, sum samsvarar við tað
politiskt rætta svarið. Men tað merkir ikki endiliga, at tann spurdi tekur
undir við tí politiskt rætta svarinum. Í kanningum við einum beinleiðis
háttalagi, har ið heimildarfólkini eru medvitað um, at tað snýr seg um mál,
fara svarini ígjøgnum eitt filtur, og tað, sum liggur eftir í filtrinum, kann
mangan vera áhugaverdari enn tað, sum fer gjøgnum filtrið og verður sett
fram sum hugburður. Tí eru onnur háttaløg komin fram, har granskarar
royna at kanna, hvat fólk halda um mál, uttan at tey spurdu eru medvitað
um, at tað, sum tey svara, verður tulkað sum ómedvitaður hugburður til
málnýtslu. Slíkar kanningar hava givið áhugaverd úrslit í Danmark og
øðrum evropeiskum londum. Endamálið við kanningunum er fjalt fyri
heimildarfólkunum, og hesar kanningar verða tí nevndar grímukanningar
á føroyskum. Á enskum verða slíkar kanningar nevndar matched ella ver-
bal guise tests, á skandinaviskum masketester.
Grímukanningar hava verið nýttar í nógvum evropeiskum londum tey
seinastu árini sum partur av granskingarverkætlanini SLICE (Standard
Language Ideology in Contemporary Europe), staðsett á LANCHART-
deplinum á universitetinum í Keypmannahavn. Endamálið við SLICE-
Íslenskt mál 40 (2018), 97–117. © 2019 Íslenska málfræðifélagið, Reykjavík.
1 Vit vilja takka ritstjóra og javnlíkametarum fyri gagnligar viðmerkingar.
2 Kanningin er partur av verkætlanini Broytingar í føroyskum dialektum gjøgnum tvey
ættarlið — hvussu, hvussu skjótt og hví?, sum arbeitt hevur verið við á Føroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetri Føroya tey seinastu árini í samstarvi við tveir granskarar í Bergen, Edit
Bugge og Helge Sandøy. Teir føroysku medarbeiðararnir hava verið Hjalmar P. Petersen,
Heðin Jákupsson og Jógvan í Lon Jacobsen. Verkætlanin var fíggjað av Granskingarráð
Føroya.