Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Page 98
netverkinum er at samanbera hugsjónir, hugburð og málnýtslu kring um
í Evropa. Kanningar av málnýtslumetingum hava verið gjørdar í Dan -
mark (Kristiansen 1991), Vesturnoregi (Anderson 2004, 2010; Anderson
og Bugge 2016), Týsklandi (Svenstrup 2013), Írlandi (Ó Murchadha 2013),
Litava (Vaicekauskienė og Aliūkaitė 2013), Sisilia (Moss, í gerð) og Russ -
landi (Vardøy, í gerð). Okkara kanning kann tí vera eitt ískoyti til tað
empiriska grundarlagið fyri at skilja ávirkanina av ómedvitaðum hugburði
til málbroytingar og broytingar í standardmálshugsjón í Evropa.
Eftir inngangin verður í 2. kapitli greitt frá, hvat eyðkennir grímu -
kann ingar. Eisini verður stutt nomið við, at tað kunnu vera háttalagsligar
avbjóðingar at gera grímukanningar í einum lítlum málsamfelagi sum tí
før oyska, har so at siga øll kenna øll. Í 3. kapitli er evnið variatión, og víst
verður á dømi um útjavning í føroyskum dialektum. 4. kapittul snýr seg
um háttalag og úrslit, har vit í 4.1. viðgera háttaløgini í hesi kanningini og
í 4.2. greina úrslitini av grímukanningini, t.e. tí ómedvitaða hugburð -
inum. Síðan verða úrslitini av stigskipanarkanningini, t.e. tí medvitaða
hugburðinum, greinað í 4.3. Í 4.4. spyrja vit, hvussu tað eydnaðist okkum
at kanna tað, sum vit settu okkum fyri at kanna, og í 5 verður tikið
samanum og ein niðurstøða gjørd.
2. Grímukanning
2.1 Hvat er ein grímukanning?
Teir fyrstu málfrøðingarnir, sum nýttu grímuháttalagið vóru Lambert,
Hodg son, Gardner og Fillenbaum (1960), sum kannaðu málhugburð í tví -
mæltum málsamfeløgum í Kanada. Við støði í bandaðum upptøkum, sum
vórðu avspældar fyri heimildarfólkunum, skuldu heimildarfólkini meta
um nakrar persónligar eginleikar hjá persónunum, tey hoyrdu á upp-
tøkunum. Úrslitið var, at ein og sami persónur var hægri mettur, tá ið
hann tosaði enskt enn franskt. Hetta varð tulkað soleiðis, at enskt hevði
hægri tign enn franskt í hesum kanadisku økjunum.
Ástøðiliga kunnu vit siga, at málbúnin (enskt og franskt) var ein brigdil,
meðan røddin (persónurin) var ein konstantur. Av tí at talan var um sama
persón, hevði røddin onga ávirkan á metingarnar. Í okkara kanning skuldu
heimildarfólkini meta um nøkur persónleikaeyðkenni hjá 15 persónum,
sum hvør í sínum lagi tosaðu dialekt. Tí kunnu vit ikki síggja burtur frá,
at raddarkvaliteturin kann hava ávirkað metingarnar. Men av somu orsøk
høvdu vit tríggjar ymiskir persónar, sum tosaðu somu dia lekt.
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen98