Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Page 100
2010; Anderson og Bugge 2016). Um so er, at heimildarfólkini í hesi
føroysku grímukanningini t.d. meta havnarmálið hægri enn aðrar dialekt-
ir, kann tað vera ein ábending um, at ein landafrøðilig stigskipan av dia-
lektum hevur tikið seg upp í Føroyum, og tá líkist tann samfelagsmálvís-
indaliga støðan í Føroyum henni í øðrum vesturevropeiskum londum,
burtursæð frá Vesturnoregi. Um einki slíkt mynstur er at finna, er støðan
lík henni í Vesturnoregi, og tað kann tá tulkast á tann hátt, at heimildar-
fólk í málsamfeløgum við einum sterkum standardtalumáli hava lyndi til
at nýta dialektir sum metingarstøði í grímukanningum.
3. Dialektnýtsla
3.1 Talumálsligur standardur?
Samanborið við mong onnur evropeisk mál hevur føroyskt ongan talu-
málsligan standard, og tí er dialektnýtsla góðtikin (og væntað) bæði á al -
mennum og privatum økjum. Úrslitið er eitt nýtslumynstur, sum er ólíkt
nógvum øðrum vesturevropeiskum londum, burtursæð frá Noregi, har ið
dialektnýtsla er góðtikin (Sandøy 2011; Jacobsen 2011). Hóast Havn in
umboðar ein vaksandi fíggjarligan, politiskan og mentanarligan miðdepil,
er støðan hjá havnarmáli ógreið í einum dialektalum stigskipanarligum
samanhangi (Jacobsen 2011; Weyhe 2015). Ábendingar eru um, at heim-
ildarfólk meta høvuðsstaðarmálið hægri enn aðrar dialektir, bæði tá ið tey
eru medvitað og ómedvitað um endamálið, sbr. ávikavist stigskipanar -
kanningina og grímukanningina av hugburði hjá suðuroyingum til egna
dia lekt (Skaale 2015).
3.2 Dialektútjavning og variatión
Í okkara dialektgrímukanning hava vit grímur úr fimm dialektøkjum:
Havn, Eysturoy, Vágum, Suðuroy og Norðuroyggjum. Við at brúka ungar
grímurøddir, kundu vit tryggja okkum, at vit máldu reaktiónina hjá teim-
um ungu heimildarfólkunum til talumálið hjá teirra javnaldrum. Tað eru
dial ekt munir millum og innan fyri hesi fimm økini viðvíkjandi ljóðfrøði,
bend ingum, orðfeingi og setningstónalagnum. Tey síðstu umleið 200
árini eru stórar broytingar farnar fram í føroyskum dialektum (sí Weyhe
2015). Hesar broytingar vísa eina útjavning í dialektvariatiónini. Í (1)‒(6)
verða nevnd nøkur dømi:
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen100