Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Síða 102
sigur, at í heimasandsmáli byrjar broytingin [tj] > [ʧ] í orðum sum seytjan
og átjan hjá fólki, sum eru fødd umleið 1950 og er gjøgnumførd hjá teim-
um yngstu heimildarfólkunum, fødd í 1990, t.e. hjá teimum 15 ára gomlu,
tá ið upptøkurnar vórðu gjørdar (Johannesen 2005).
Ásleyg kannaði eisini nýtsluna av teimum dialektalu persónsfornøvn-
unum í hvørjumfalli fleirtali [oːgʊn] (okkum) og [tiːgʊn] (tykkum) saman-
borið við teir miðføroysku formarnar [ɔʰkːʊn] og [tɪʰkːʊn]. Her var stór
variatión, bæði interindividuell og intraindividuell. Hennara niðurstøða
er, at tey yngru heimildarfólkini nýttu meira formarnar [ɔʰkːʊn] og
[tɪʰkːʊn] enn [oːgʊn] og [tiːgʊn]. Hon kannaði eisini brigdilin mamman/
mamma og pápin/pápi. Teir bundnu formarnir eru gamlir dialektformar
í sand oyarmáli, men her var stór variatión, sum av álvara byrjar við teim -
um, sum eru fødd í 1980. Svarini hjá 11 barnagarðsbørnum var, at øll
brúktu tann nýggjara óbundna formin (í samsvari við miðføroyskt).
Poul Vestergaard, sum kannaði hvalbiarmál, kemur til ta niðurstøðu,
at “[t]að eru nú bara tey allarelstu, sum tala tað gamla málið” (Vestergaard
1983:27). Tað gamla eyðkennið at ge-, gi- og gj- varð framborið sum [j] er
at kalla burtur hjá teimum yngstu, t.d. at siga [jenta] (genta), [jiːl] (gil) og
[jɔgv] (gjógv). Hesi dømi vísa, at talan er um dialektútjavning.
Sum vit síggja, eru nógvar broytingar í gongd í føroyskum dialektum.
Talan er um tvey høvuðsrák: a) dialektútjavning, har sum eldri landa -
frøðilig mørk kámast, og b) útbreiðslu av miðføroyskum drøgum út í
aðrar før o yskar dialektir. Dialektútjavningin tykist bæði at káma munir í
økjunum (og sostatt lynnir undir regionalisering) og kámar eisini munir
millum øki (og á tann hátt lynnir undir útjavning av føroyskum talumáli
sum heild). Eitt høvuðsendamál við at granska málhugburð er sambært
Kristiansen (1991, 2009), at málhugburður gevur innlit í týðandi mál-
sálarfrøðiliga og sosiala drívmegi í sambandi við málbroytingar.
Eitt áhugavert úrslit kom fram í eini hugburðskanning millum ungar
suðuroyingar til suðuroyarmál, har ið heimildarfólkini, sum vóru næm -
ingar á miðnámsskúlanum í Suðuroy, vóru ómedvitaðir um kanningar -
enda málið (Skaale 2015). Kanningin var í tveimum pørtum. Fyrri partur
var ein grímu kanning, har ið næmingarnir skuldu meta um tveir persónar
við støði í tveim um stuttum upptøkum. Annar persónurin var ein suður -
oyarkvinna og hin var ein havnarkvinna, báðar um sama aldur. Endamálið
var at kanna, um næmingarnir á miðnámsskúlanum í Suðuroy høvdu
ymiskar metingar av einum persóni, sum tosaði suðuroyarmál, saman-
borið við ein persón, sum tosaði havnarmál. Seinni partur av kanningini
bygdi á medvitaðar metingar av framburði av nøkrum orðum við ávikavist
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen102