Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Qupperneq 103
suðuroyar- og havnar framburði, t.d. [boːjʊn] og [boːjɪn] (boðin). Í tí med-
vitaða partinum skoraði suðuroyarframburðurin hægri, men munurin var
lítil. Í grímukann ingini, har ið næmingarnir skuldu meta um persónligar
eginleikar hjá hesum báðum kvinnunum, skoraði havnarkvinnan hægri at
kalla á øllum skalum. Tað merkir, at havnarkvinnan varð hildin at vera
klókari, miðvísari, kulari o.s.fr. enn suðuroyarkvinnan (Skaale 2015). Hetta
verður tulkað soleiðis, at ungir suðuroyingar — uttan at vita av tí — halda
miðføroyskt hava hægri tign (prestisju) enn suðuroyarmál.
Í eini kanning av málnýtslu hjá nøkrum fáum fólkum, sum vóru flutt
úr útjaðaranum til Havnar, vísti tað seg, at suðuroyingar høvdu í størri
mun lyndi til at tillaga seg miðføroyskum framburði enn fólk úr Norður -
oyggjum og Norðureysturoy (Jacobsen 2011). Prestisja og myndug leiki
(autoritetur) verða hildin at hava stóran týdning í slíkum broytingartil -
gongdum.
4. Kanning av málhugburði hjá føroyskum ungdómi
4.1 Háttalag
Í hesi kanning valdu vit út 15 persónar (sokallaðar grímur), sum hvør
tosaði í umleið 15 sekund. Grímurnar vórðu valdar úr fimm landafrøðilig-
um økjum við trimum grímum úr hvørjum øki: Havn, Eysturoy, Vágum,
Suð ur oy og Norðuroyggjum. Vit høvdu avgjørt frammanundan, at grím -
urnar skuldu tosa um G!-festivalin í Gøtu (Bugge 2018:8).
Grímurnar vóru 15 ára gamlar gentur, og heimildarfólkini vóru 9. floks -
næmingar, og tað merkir, at grímurnar og heimildarfólkini vóru javn -
gomul. Tær 15 grímurnar vórðu valdar burtur úr einum størri úrvali, sum
var savn að saman til júst hetta endamálið í 2012. Tað trý ára tíðar skeiðið
frá tí at upptøkurnar av grímunum vórðu gjørdar í 2012, til kanningin fór
fram í 2015, minkar um møguleikan fyri, at heimildarfólkini (næming -
arnir) kundu eyðmerkja grímurnar (røddirnar).
Grímurnar vórðu útvaldar á tann hátt, at tær skuldu hava nøkulunda
somu taluferð, raddarlegu (djúpar/snjallar) og raddarkvalitet. Av tí at vit
bara høvdu gentur sum grímur, sluppu vit undan tí trupulleikanum, at
kynið á grímuni kundi ávirka metingarnar. Allar upptøkurnar høvdu eitt
ella fleiri dialektdrøg, men sjálvandi vóru eisini onnur ‘óljóð’ á upptøkun -
um, sum ikki kundu staðfestast til nakra ávísa dialekt.
Kanningin varð gjørd á hesum støðum: Streymoy: í Eysturskúlanum
í Havn (31 næmingar) og Venjingarskúlanum í Havn (43 næmingar);
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 103