Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Side 105
kendir á staðnum, sendu vit teir út á støð, har teir ikki vóru uppvaksnir.
Kann ingin fór fram í teimum somu fimm økjunum, haðani grím urnar vóru.
Háttalagið til ta føroysku grímukanningina varð gjørt í samstarvi mill-
um høvundarnar at hesi grein og Helge Sandøy, professara á universitet-
inum í Bergen, sum gjørdi ta norsku grímukanningina. Harumframt fingu
vit góð ráð frá Tore Kristiansen á universitetinum í Keypmanna havn, sum
hevði ment ta upprunaligu donsku grímukanningina. Tann norska grímu -
kanningin er broytt í mun til ta donsku. Munurin er, at í tí seinna partin-
um av kanningini, biðja vit næmingarnar bæði stigskipa dialektirnar eftir
vakurleika og tign. Hesir báðir partarnir eru slignir saman í teirri donsku
kanningini; í okkara kanning eru hesir partarnir skildir sundur.
Við íblástri frá kanningum í Danmark og Noregi (Kristiansen 2009;
Anderson 2010) varð kanningin býtt sundur í tríggjar partar. Fyrsti part-
ur var grímukanningin, har ið næmingarnir skuldu meta um nakrar per-
sónligar eginleikar hjá grímunum. Hetta varð gjørt á tann hátt, at næm-
ingarnir fingu útflýggjað eitt spurnablað, har ið teir skuldu krossa av,
meðan teir lurtaðu eftir upptøkunum. Upptøkurnar vórðu avspældar
tvær ferðir. Fyrru ferð skuldu næmingarnir bara lurta, men í seinna um -
fari skuldu teir krossa av, meðan teir lurtaðu. Á spurnablaðnum skuldu
næmingarnir meta um hesar persónligu eginleikarnar: ‘Dámar tær hana?’,
‘Er hon álítandi?’, ‘Er hon kul?’, ‘Miðvís?’, ‘Spennandi?’, ‘Seriøs?’, ‘Hevur
hon sjálvsálit?’, ‘Er hon klók?’.
Orðingarnar vóru týddar úr teirri norsku kanningini (Anderson 2010).
Stigin hevði sjey avkrossingarteigar við útmørkunum ‘als ikki’ vinstru -
megin og ‘sera’ høgrumegin. Annaðhvørt spurnablað byrjaði við ‘klók’ og
endaði við ‘dámar tær hana?’, og annaðhvørt hevði øvuta rað fylgju. Hetta
varð gjørt fyri at forða fyri, at næmingar skrivaðu av eftir hvørjum øðrum.
Hetta fingu næmingarnir at vita. Tá ið hesin parturin var liðugur og
spurnabløðini vórðu savnað saman, vórðu næmingarnir bidnir um at siga,
hvat teir hildu kanningin snúði seg um. Síðan var endamálið avdúkað. Í
øðrum parti skuldu næmingarnir aftur lurta eftir upptøkunum og gita, úr
hvørjum dialektøkjum genturnar (grímurnar) vóru.
Umframt grímukanningina fingu næmingarnir tvey sløg av med-
vitaðum spurningum.
(7) a. ‘Hvussu vøkur heldur tú bygdarmálini, sum eru nevnd niðanfyri,
eru?’ 1 = vakrast, 9 = minst vakurt.
b. ‘Hvørja støðu heldur tú føroyingar hava til hesi bygdarmál?’ 1 =
hægst, 9 = lægst.
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 105