Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Side 106
Í fyrra lagi (7a) skuldu teir svara einum fagurfrøðiligum spurningi. Her
skuldu næmingarnir stigskipa tær dialektirnar, sum vóru á upptøkunum:
Havnarmál, eysturoyarmál, suðuroyarmál, vágamál og norðuroyamál. Í
spurningi (7b) skuldu næmingarnir siga, hvat teir hildu um hugburð hjá
føroyingum til føroyskar dialektir yvirhøvur. Talan var um somu dialekt-
ir, sum næmingarnir høvdu hoyrt á upptøkunum. At enda skuldu næm-
ingarnir geva upplýsingar um kyn, føðingarár og uppvakstrarstað.
4.2 Úrslit av grímukanningini (ómedvitaður hugburður)
Grímukanningin vísti einki yvirskipað mynstur, tá ið næmingarnir mettu
um grímurnar á upptøkunum. Tað merkir, at har vóru eingir signifikant-
ir munir ella samanhangir í teimum ómedvitaðu metingunum av sam-
bandinum millum dialekt og persónleikaeyðkennini hjá grímunum. Við
øðr um orðum vórðu grímur úr sama øki mettar ymiskt, og landafrøði-
lig variatión millum grímurnar kann tí ikki útgreina variatiónina av met-
ingunum hjá heimildarfólkunum. Eitt slíkt mynstur er ólíkt tí, sum
funnið er í Danmark og í øðrum londum í Evropa. Hinvegin er okkara
úrslit líkt tí mynstri, sum er komið fram í vesturnorskum grímukann-
ingum (meira kann lesast um tær hagfrøðiligu útgreiningarnar í Bugge
2018).
Tá ið vit kanna tað samlaða tilfarið uttan at býta tað sundur eftir skúlum,
fáa vit úrslitið í talvu 2 (høgt tal = jalig meting; lágt tal = neilig meting).
Talva 2 niðanfyri vísir týðiliga eitt fløkt mynstur í metingunum, t.d.
síggja vit, at ein suðuroyarrødd liggur ovast (P10), meðan ein onnur suður -
oyarrødd liggur niðast (P4). Á sama hátt síggja vit, at tvær havnarrøddir
liggja ovarlaga (P1, P7), meðan tann triðja havnarrøddin (P11) liggur í
niðara endanum. Tær einastu røddirnar, sum benda á eitt mynstur, eru
røddirnar úr Norðuroyggjum, sum trunka seg saman í miðjuni. Hetta
mynstrið bendir á, at metingarnar av grímunum ikki eru bundnar at dia-
lektunum, men kanska heldur at røddunum ella onkrum øðrum.
Í talvu 3 niðanfyri eru grímurnar skipaðar soleiðis, at tann, sum oftast
fekk hægstu meting, stendur ovast. Talva 3 vísir, hvussu næmingarnir í
teimum sjey skúlunum mettu tær fimtan grímurnar. Tað er eingin dialekt,
sum verður mett hægri enn aðrar, t.d. síggja vit, at næmingarnir í Eystur -
skúl anum í Havn raðfesta eina havnarrødd (P1) sum ta bestu og á Venj -
ingarskúlanum liggja havnarrøddirnar (P1, P7) á 1. og 2. plássi. Hin vegin
klárar tann triðja havnargríman (P11) seg nógv verri enn hinar báðar. Men
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen106